Verkætlanin, sum er á royndarstigi, hevur verið í gongd síðani 2021 og hevur fingið nógva jaliga umrøðu í grøna og varandi orkuumhvørvinum í heiminum.
Mong lond og fyritøkur arbeiða miðvíst við at menna alduorku og eru Orknoyggjarnar eitt av plássunum, har umfevnandi tøkniligar loysnir verða royndar.
Talan snýr seg um at framleiða streym frá einum bylgjuorkuverki eins og menna eina battarískipan, sum kann goyma orkuna.
Bæði grønar tøkniligar orkufyritøkur og olju- og gassfeløg eru við í verkætlanini, sum hevur til endamál at kunna menna og brúka varandi orkutøkni til tess at fáa meira orku til høldar við minni útláti.
Eitt av úrslitinum er at menna smærri alduorkuverk, ið kunnu brúkast í oyggjasamfeløgum. Orknoyggjar eru eitt væl egnað stað til hesar royndir.
Seinast hevur heimsins størsta orkufelag, Shell gjørt av at vera partur av verkætlanini, sum eisini fevnir um menning av útgerð til elektrolysu til framleiðslu av vetni.
Hini feløgini, sum eru partur av hesi spennandi og nýskapandi orkuverkætlanini, eisini nevnd BlueX í føroyska grannalagnum, eru Mocean Energy, Verlume, Baker Hughes, Serica Energy, Harbour Energy, Transmark Subsea, PTTEP, TotalEnergies og Net Zero Technology Centre.
Sí meira um hesa sera umfevnandi og spennandi grønu orkuverkætlanina í føroyska grannalagnum her:
https://www.netzerotc.com/projects/mocean-energy-renewables-for-subsea-power-ph2/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald