Innanlands

Sjónám týðandi stig at bjóða skeið innan frálandsvinnu

Sjónám í Klaksvik er komið væl áleiðis í tilgongdini at fáa endaliga OPITO góðkenning og harvið sleppa føroyingum undan at fara av landinum at taka týðandi trygdarskeið. 

2024-02-08 17:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað gongur framá við OPITO uppstiganini á Sjónámi, ið, tá hon er gjøgnumførd, gevur rætt at bjóða skeið innan frálandsvinnuna. Í farnu viku stóðu allir lærarar á skúlanum roynd sum professionellir eftirmetarar. Hetta var skeið, sum Jóhannes Miðskarð phd. í lívslangari læring, hevur staðið fyri, og har frálæran bæði hevur verið skipað sum bæði fjarlestur og undirvísing á skúlanum.

[object Object] 

Eftir egna upplæring á OPITO skeiði á Martec í Frederikshavn skipaði skeiðshaldarin eftirmetaraskeiðið á fyriskriftirnar L&D9DI hjá Scottish Vocational Qualifications, sum er førleikakarmurin í Skotlandi.

Í dag krevst altjóða góðkent trygdarskeið fyri at arbeiða á boripalli ella skipi, har manningarskifti eru umvegis tyrlu. Altjóða stovnurin OPITO fyriskrivar og hevur eftirlit við, at góðskustøðið verður hildið hjá góðkendum skeiðsveitarum. Mest kendu av hesum skeiðum eru BOSIET, HUET og CA-EBS. 

Eitt avgerandi stig er, at instruktørarnir eru útbúnir eftirmetarar. 

Sjónám í Klaksvik er við hesum komið væl áleiðis í tilgongdini at fáa endaliga OPITO góðkenning og væntast at koma á mál í hesum árinum.

[object Object]

-Á Sjónámi eru vit bjartskygd um at sjóseta skeiðini seinni í ár og vóna, at undirtøkan verður góð hjá pall- og sjófólki, ið við hesum sleppa undan  at fara av landinum at taka OPITO trygdarskeið, sigur Brandur í Funningstovu, deildarleiðari á Sjónámi í Klaksvík. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder