- Skipið hevur knappar 7000 rúmmetrar, og lastar knappar sjey milliónir litrar. Tað kann hava átta ymisk sløg av brennievni, men siglir vanliga við einum ella tveimum sløgum.
Í nakrar vikur hevur tangaskipið Selvík Ice ligið á Skálafjørðinum. Selvík Ice er fyrrverandi Thun Glory. Tað er væl kent í Føroyum, tí í fleiri ár sigldi tað við olju til Statoil og Shell.
Nú er skipið keypt til Føroyar av P/F Selvík Energy, Mykinesgøtu 5 í Tórshavn, sum Sverri Steintún og Gordon Martin Midjord standa aftanfyri. Sverri er stjóri í nýggja felagnum og hevur drúgvar royndir innan oljuvinnu.
Uppá fyrispurning hvat tað er fyri skip teir hava keypt, svarar Sverri:
- Skipið er bygt í 2001, er 104 metrar langt og 15 metrar breitt. Motorurin er gott 3000 hk Wartsila. Tað hevur akselgenerator og tríggjar Volvo ljósmotorar. Tað er í ísklassa, sum vil siga, at tað er bygt til at sigla har ísur er. Manningin hevur serútbúgving til hesa siglingina, tí krøvini til tangaskip eru sera strong.
- Skipið hevur siglt ymsastaðni og í 2020 var tað selt til Norra. Tá varð tað útgjørt til at sigla við olju til skip í Barentshavinum og at sigla við olju til býir á Svaldbard. Tað verður framvegis uppgávan hjá skipinum, sigur hann.
- Hví er skipið í Føroyum nú?
- Hendan tíðin á árinum eru fá nógv skip í Barentshavinum at selja olju til. Tí valdu vit at taka tað heim og klassa tað. Nógv er gjørt við skipið, so tað nú er í sera góðum standi, og enn betri egnað at sigla í Barentshavinum, sigur Sverri.
- Skipið hevur knappar 7000 rúmmetrar, og lastar knappar 7 milliónir litrar. Tað kann hava 8 ymisk sløg av brennievni, men siglir vanliga við einum ella tveimum sløgum, sigur hann.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Hvør mannar skipið?
- Vit hava útlendska manning, sum vit eru væl nøgdir við. Hon heldur fram, men vit vóna við tíðini at fáa nakrar føroyingar umborð, sigur Sverri.
- Skipið kemur eftir ætlan at sigla olju til skip í Barentshavinum umleið 11 mánaðir um árið. Tað fer ein túr fyri ein kunda nú og so kemur tað aftur á Føroyar áðrenn jól. Tá tað so fer avstað aftur eftir nýggjárs rokna vit ikki við at síggja tað aftur í Føroyum, fyrr enn síðst í 2026, sigur hann.
- Hvar keypa tit oljuna?
- Vit lasta í Fredericia í Danmark og selja oljuna í Barentshavinum. Tað tekur vanliga umleið tvær vikur at tøma tað og so siglir tað aftur til Danmarkar at lasta og so somu rutu umaftur, sigur Sverri Steintún.
Skipið er fíggja í Realinum, er skrásett í FAS og hevur heimstað í Sørvági. Níggju mans eru við Selvík Ice.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við ymiskum lesnaði og skriftstaði.
Bøn varð biðin fyri skipi og manning.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum tillukku og Guds signing við Selvík Ice.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald