Johan Sverdrup oljufeltið á norska landgrunninum er eitt av heimsins størstu og fer at verða rikið við streymi úr landi
Sum partur av arbeiðinum at minka um CO2 útlátið í oljuvinnuni hava olju- og gassframleiðandi grannalond okkara, Norra og Bretland, lagt seg eftir at reka sínar olju- og gasspallar til havs í Norðsjónum við elorku úr landi. Hetta miðvísa arbeiði er nú vorðið so mikið útbreitt í Norra, at skjótt fer helvtin av øllum olju- og gasspallum at verða rikin við landstreymi. Orkan kemur í mestan mun frá vatn- og vindorkuverkum. Við hesi broyting og umlegging minkar Norra munandi um sítt CO2 útlát.
Í dag verða 8 pallar á norska landgrunninum riknir við elorku úr landi, og arbeitt verður við at útgera aðrar 8 pallar við landstreymi í framtíðini. Hetta fer at minka um CO2 útlátið við 3,2 mió. tonsum um árið skrivar norska oljudirektoratið í síni seinastu frágreiðing. Aftrat hesum 16 pallunum, verður arbeitt við at finna fígging til 6 verkætlanir aftrat. Um hetta eydnast merkir tað, at minkingin av CO2 útláti fer at vera 4,9 mió. tons um árið. Tað merkir so aftur, at 50% av olju- og gassframleiðsluni á norska landgrunninum verður rikin við elorku úr landi miðskeiðis í 2020-unum. Norski oljuráðharrin, Tina Bru fekk nú um dagarnar seinastu frágreiðingina frá oljudirektoratinum, sum ber heitið: "Kraft fra land til norsk sokkel” . Sí leinkju til frágreiðing niðanfyri.
Við hesi gongdini at brúka streym úr landi at reka pallarnar á landgrunninum við, fer samlaða norska útlátið av vakstrarhúsgassum at minka við 10%. Oljufeløg arbeiða so eisini við øðrum alternativum verkætlanum at minka um CO2 útlátið í norsku olju- og gassvinnuni.
Oljupallarnir, sum higartil hava skift til landstreym, eru Troll, Gjøa, Ormen Lange, Valhall, Goliath, Vega, Hod og Johan Sverdrup. Eisini Martin Linge feltið, sum er undir útbygging, fer at verða rikið við landstreymi. Somuleiðis fara oljufeltini, Edvafd Grieg, Ivar Aasen, Gina Krog, Solveig og Hanz í framtíðna at fáa landstreym frá Utsira High økinum, sum er partur av næstu útbyggingini av Johan Sverdrup risafeltinum. Somuleiðis fara Duva og Nova feltini at fáa landstreym umvegis Gjøa. Uppaftur onnur felt, sum fara at verða rikin við landstreymi, eru Sleipner, Gudrun, Sigyn, Gugne og Utgaard. Eisini framleiðslur á landi so sum á Melkøya fara at leggja um til elorku.
Eisini í Bretlandi verður arbeitt við at gera út pallarnar við streymi úr landi, tó at hetta hevur gingið seinni enn í Norra. Í Bretlandi verður tað í løtuni m.a. verður arbeitt við eini ætlan at reka oljupallarnar á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri Føroyar við elorku úr landi. Tað er í hesum økinum, at mesta oljan og gassið í Bretlandi í framtíðini fer at verða framleitt.
Kelda: Norska Oljudirektoratið
/https://www.npd.no/fakta/publikasjoner/rapporter/rapportarkiv/kraft-fra-land-til-norsk-sokkel/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald