Hetta skriva fleiri útlendskir orkumiðlar í morgun. Nýggi drekin byggir á royndirnar frá tí fyrsta, sum nú hevur verið í gongd í eina tíð og framleitt orku inn á elnetið hjá SEV.
Sum skilst líkjast teir báðir drekarnir men onkrar broytingar eru gjørdar á tí seinna drekanum út frá royndunum við tí fyrsta, sum annars hava verið væleydnaðar.
Teir báðir drekarnir skulu framleiða 3,5 GWt hvør um árið. Minesto miðjar ímóti at kunna framleiða ein stóran part av føroysku elnýtsluni sum frálíðir við sjóvarfalsorku í føroysku firðunum. Umframt Vestmannasund verður eisini Hestfjørður brúktur til spennandi verkætlanina við varandi orku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald