Uttanlands

ST: Veðurlagstiltøk mugu ikki verða seinkað av altjóða kreppum

Luttakarar úr 200 londum hildu í farnu viku veðurlagsfund í týska býnum Bonn, har teir viðgjørdu verandi veðurlagsstøðuna í heiminum m.a. sæð í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Veðurlagstiløgu mugu ikki verða seinkað av altjóða kreppum var ein niðurstøða

2022-06-12 16:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hevur víst seg, at innrásin í Ukraina er vorðin ein hóttan móti arbeiðinum at koma veðurlagsbroytingunum til lívs. Ráðstevnan í Bonn er ætlað at vera ein fyrireiking til stóru veðurlagsráðstevnuna í Egyptalandi í november. Á fundinum í Bonn varð m.a. støðan viðvíkjandi vaksandi og herviligu broytingunum í veðurlagnum við ódnum og turki umframt blóðbaðið í Ukraina eins og hóttandi matvørukreppuni umrødd. 

Fráfarandi ST forkvinnan fyri veðurlagsbroytingar, Patricia Espinosa segði, tá hon setti ráðstevnuna, at tað eigur ikki at vera góðtikið at siga, at vit eru í avbjóðandi tíðum.

-Vit mugu skilja, at veðurlagsbroytingarnar fara fram uttan mun til slíkar umstøður. Vit kunnu ikki loyva okkum bara at gera stigvís framstig. Vit mugu skunda okkum meira við samrøðunum og tiltøkum. Tað væntar heimurin av okkum. Stjórnir kring heimin hava longu góðtikið, at veðurlagsbroytingarnar eru ein verulig hóttan móti mannaættini og okkara jørð og hava tikið stig beinanvegin til at skerja fossila útlátið og fyrireika okkum til vaksandi avleiðingarnar av upphitingini.

I niðurstøðuni frá seinastu veðurlagsfrágreiðingini um veðurlagsbroytingar verður sagt, at útseting av grøna orkuskiftinum fer at gera, at vit missa møguleikan at tryggja eina liviligari og burðadyggari framtíð fyri øll. Men soleiðis sum gongdin er í heiminum í løtuni, er tað neyvan sannlíkt, at vit megna at liva upp til lyftini frá Parísavtaluni um at avmarka yvirupphitingina til undir 2 stig C.

Johan Rockstrom, stjóri fyri Potsdam Institute for Climate Impact Research sigur, at tað er ikki samljóð millum vísindaligu prógvini um veðurlagsbroytingar og avleiðingarnar av teimum og so neyðugu tiltøkini og stigini  til at stegða hesum. Hetta er sera álvarsligt. Heimurin er longu upphitaður við 1,2C nóg mikið til at skunda undir hitabylgjur, flóð og ódnir. Fundurin í Bonn var serliga ætlaður sum ein fyrireiking til komandi COP27 veðurlagsráðstevnuna í Sharm el-Sheik í Egyptalandi í november, men ein røð av evnum vórðu kortini til viðgerðar.

M.a. eru ynski frammi um, at lond fylgja upp teirra ætlanum at skerja CO2 útlátið so hesi eru í tráð við málini fyri at avmarka upphitingina. Eisini hevur fígging av grøna orkuskiftinum í tilafturskomnum londum verið á skránni og her ikki minst, hvussu ríku londini kunnu taka ábyrgdina av tí. Eitt lyfti um at veita 100 mia. dollarar um árið frá 2020 at stuðla menningarlondum til tess at røkka veðurlagsmálunum er framvegis ikki komið endaliga uppá pláss.

Eisini hevur spurningurin um at lata hjálp til lond, sum longu eru herviliga rakt av ódnum, turki o.ø øðrum veðurfyribrigdum verið frammi. Somuleiðis hevur samgongan av smærri oyggjatjóðum, sum verða tey fyrstu at merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, ávarað um, at tíðin er komin til at síggja úrslit heldur enn bara lovorð um stuðul.

Í farna mánað ávaraði  aðalskrivarin í ST, Antonio Gutteres um, at russiska innrásin í Ukraina kann vera við til at seinka tiltøkum, sum miðja móti at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.  -Men eg haldi hetta kríggið hevur lært okkum, hvussu viðkvæmur heimurin er vorðin við at vera bundin at fossilum brennievnum. Innrásin hevur fingið lond serliga í Evropa at kappast um at økja um orkuveitingarnar.  Eisini hevur hon skapt grundarlag fyri øktum prísum á korni  og fóðuri. Óttin fyri eini matvørukreppu er vaksin, har m.a. India hevur sett bann fyri at útflyta korn í ávísum tíðarskeiði  og er tað mest orsakað av veðurlagsbroytingunum.

ES lond hava sett sær sum mál at minka um útlátið við 55% í 2030 og til null útlát í 2050.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder