"Eg eri sjálvandi vónsvikin av, at einki oljufelag søkti í hesi fimtu útbjóðingini, men lat meg gera púra greitt, at harvið eru ikki allar súðir syftar," sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, nú eftir at freistin at søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum var úti í gjár.
Hann sigur víðari, at ein orsøkin til, at eingin umsókn var hesaferð, kann uttan iva stava frá, at ov stutt tíð var millum 4. og 5. útbjóðingarnar. Jarðfeingi hevði rætt og slætt ikki havt nóg góða tíð til at arbeiða við økinum og at lata oljufeløgunum nóg nógva vitan um føroysku undirgrundina. Kortini brúktu nógv oljufeløg møguleikan at fáa ókeypis data, og hetta vísir, at feløgini hyggja at Føroyum. Útmeldingar frá onkrum av feløgunum vóru eisini sera jaligar og fevndu m.a. um ítøkilig prospekt í føroysku undirgrundini. Hetta er so nakað ein kann byggja víðari uppá.
Ein orsøkin til at lata upp fyri leiting aftur so skjótt eftir 4. útbjóðing, var samstarvið við bretsku myndugleikarnar, sum man metti kundi hjálpa til at fáa feløg at koma henda vegin. Tað skuldi so vísa seg, at meira krevst enn tað. Eisini er tað ein sannroynd, at oljufeløg skulu ikki bara fara um mark, tey skulu í veruleikanum gera stórar fyrireikingar til at fara inn í eitt nýtt oljuleitiland. Tað kann so eisini hava verið ein forðing í júst hesi útbjóðingini men nýtist ikki at vera tað í framtíðini, tá feløgini kunnu arbeiða meira miðvíst fram móti at søkja um loyvi í eini ”Open Door” skipan, júst tá hetta er búgvið til tess.
Ikki endin
”Hetta er ikki endin á føroyska oljuævintýrinum, tí øllum er greitt, at olja og gass finst í føroysku undirgrundini. Eg havi eina kenslu av, at nøkur av feløgunum, sum eru virkin við markið, hava havt úr at gera við bretsku runduni og við teimum loyvum, tey longu hava hinumegin markið. Tey hava rætt og slætt ikki havt neyðugu tíðina eisini at arbeiða við føroyska økinum hesaferð, men tað er sannlíkt, út frá okkara samrøðum við nøkur teirra, at Føroyaøkið er á teirra radara, ikki minst nú olja og gass er funnið heilt upp at markinum, ” sigur Niels Christian Nolsøe.
Hann sigur víðari - at vitandi at manglandi vitan um føroyska økið er ein høvuðstrupulleikin hjá oljufeløgunum, hevur Jarðfeingi sett ferð á tess kanningararbeiði av økinum. Tað er eisini greitt, at tað er ikki bara sum at siga tað hjá oljufeløgum at fara inn í eitt spildurnýtt landaøki, sum støðan nettupp er her. Tað kann heldur ikki útilokast, at marginalskatturin at framleiða í føroyskum øki, sum er væl hægri enn tann í bretska grannalagnum, kann vera orsøk til, at oljufeløg aftra seg at koma henda vegin.
Kortini er rætt at nevna, at broytingar eru gjørdar í treytunum, eitt nú varð Royalty uppá 2% avtikið umframt at leititreytirnar vórðu gjørdar nógv lagaligari og vóru meinlíkar teimum á bretskari síðu. At gjørd varð samstarvsavtala við bretskar myndugleikar hevði so eisini sínar fyrimunir tó at hetta eftir øllum at døma ikki var nógv mikið til at fáa oljufeløg at koma henda vegin í hesum umfarinum.
Hvat nú fer at henda veldst um, hvat nýggja landsstýrið ætlar. Her hevur so landsstýrismaðurin meldað út í útvarpinum á middegi, at tað hevur hurðarnar opnar fyri umsóknum í eini komandi ”open door” skipan og ætlar ikki at steðga leitingini. Landsstýrismaðurin hevur so møguleika fyri at ganga umsóknum á møti, tá tær vera partur av tí ”open door” skipan, sum kemur í gildi eftir eina útbjóðing. Kolvetnislógin heimiðlar nevniliga landsstýrismanninum at viðgera umsóknir millum tvær útbjóðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald