Uttanlands

Stór óvissa um orkuframtíðina undir Trump

Ì dag tekur Donald Trump við sum 47. forsetin í USA. Ein av stóru spurningunum er, hvussu stjórnarskiftið fer at ávirka komandi orku- og klimapoltikkin í heiminum.  

2025-01-20 14:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Komandi amerikanski forsetin hevur sagt, at hann fer at fremja stórar broytingar á flest øllum økjum. Eitt nú innan orkuframleiðslu og harvið eisini við atliti til grøna orkuskiftið. Hann hevur hótt við at venda orkupoltikkinum hjá fráfarandi forsetanum á høvdið. Tvs. at skunda undir aftur leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

Undir yvirskriftini “Drill Baby Drill” hevur hann gjjørt greitt, at forðingar, sum Biden stjórnin hevur sett í verk móti oljuleiting, skulu takast av aftur. Hann hevur hótt við fyri aðru ferð at taka USA úr París-sáttmálanum frá 2015, sum er eitt tað mest týðandi grundarlagið undir grøna orkuskiftinum. Her hevur Trump longu gjørt greitt, at hann fer at mótarbeiða grønum orkuloysnum so sum vindmyllum, sum hann metir vera skeiva gongdin innan orkuframleiðslu. 

Enn á stig innan orkupolitikkin er ætlanin at seta Biden avgerð um at steðga LNG framleiðslu í USA úr gildi aftur. Hetta kann fáa alstóran týdning fyri fyritøkur, sum framleiða gass og kann koma at økja munandi um útflutningin av gassi. Ein av orsøkunum til, at Biden steðgaði ætlaðu útbyggingunum av LNG er atlitið til veðurlagið. 

Eisini seinasta avgerðin hjá Biden stjórnini um at banna nýggjari leiting eftir olju og gassi í stórum pørtum av strandaøkjum í øllum USA stendur ovast á orkuskránni hjá komandi forsetanum. Nù um dagarnar segði ein av hansara trúgvu stuðul, rrepublikanski senatorurin Ted Cruz úr Texas, at hann fer at leggja uppskot fyri Kongressina alt fyri eitt um at taka avaftur forboðið móti framtíðar oljuleiting. 

Stóri spurningurin er nú, hvussu teir einstøku statirnir í USA fara at fyrihalda seg til nýggja orkupoltikkin hjá Trump. Biden hevur nevnilga við skattafrádráttum til grønar orkufyritøkur skapt nógv nýggj arbeiðspláss nettupp í statum, har republikanarar hava valdið. Hann hevur eisini fingið orkufyritøkur í Evropa at flyta sítt virksemi til USA, nakað, sum er við til at menna amerikanska búskapin. Her í er mongum førum talan num framleiðslur av vindmyllum og sólkyknum og elriknum bilum. Spurt verður nú, hvussu Trump leiðslan fer at fyrihalda seg til hesa gongdina, ið Biden hevur lagt lunnar undir og sum er við til at fremja tað grøna orkuskifitið, sum Trump eftir øllum at døma er ímóti. 

Orkufyritøkur í Evropa bíða í spenningi eftir, hvat Trump stjórnin fer at seta í verk eins og  steðga á orkuøkinum. Ein teirra er norska Equinor, sum saman við donskum fyritøkum sum Vestas og Ørsted hava sett út í kortið stórar íløgur í havvindorku í USA.  Sambært AP skal Trump longu hava heitt á eitt av sínum orkufólkum um at gera uppskot til at banna havvindmyllum. Tað kann koma at fáa stórar avleiðingar fyri eitt nú norskar og danskar fyritøkur. 

[object Object]
Tað er nú komið fram í amerikonskum miðlum, at Trump saman við sínum politisku stuðlum at gera alt fyri at steðga vindmyllum og her serstakliga havvindmyllum. Hesar er til skaða fyri hvali og fugli og eru als ikki lønandi heldur. Enn eru tó eingi prógv fyri hesum ákærum. 

Fer at lýsa orkukreppu í USA

Eitt av ítøkuligu tiltøkunum, sum Trump fer at gera, er at staðfesta og lýsa  orkukreppu í USA. Hetta skrivar Bloomberg. Tað fer at geva honum møguleika fyri at  brúka neyðlógir, sum kunnu slaka um reglarnar fyri orkuframleiðslu í USA. Hetta eru annars neyðlógir, sum verða brúktar í sambandi við náttúruvanlukkur, terrorvirksemi ol.

Við at brúka hesar neyðlógirnar fer Trump at geva bæði almennu fyrisitingini, íleggjarum og fyritøkum, sum vilja gera íløgur í eitt nú orkuframleiðslu frá kolvetni, møguleikar fyri at gera nýggjar íløgur. Trump sigur, at hetta skal vera við til at tvífalda orkuframleiðsluna, sum USA hevur stóran tørv á. Trumf fer eisini at royna at taka aftur tiltøk, sum Biden hevur sett í verk til tess at forða fyri veðurlagsbroytingum. 

Trump ynskir við sínum nýggja kolvetnispolitikki, har flest allar forðingar fyri olju- og gassvirksemi skulu takast burtur, geva olju- og gassfeløgum møguleikar at gera nýggjar íløgur í USA her ikki minst í Meksiko flógvanum.

Tað er greitt, at hesin orkupolitikkurin fer ikki at verða væl móttikin av øllum teimum, sum ganga inn fyri grøna orkuskiftinum bæði í USA og ikki minst í Evropa, har grøna orkuskiftið stendur ovast á skránni hjá eitt nú ES eins og Bretlandi.,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder