
Um somu tíð sum umhvørvisfelagsskapir mótmæla olju- og gassframleiðslu uttanfyri størsta raffinaríið hjá Equinor í Norra, kunnger norska orkufelagið Aker BP, at tað hevur gjørt eitt stórt oljufund í Norðsjónum. Talan er um upp til 130 mió. tunnur. Hetta er samtíðis eitt tað størsta fundið í norskum øki seinastu 10 árini skrivar E24.
Nýggja keldan, sum verður nevnd Omega Alfa, liggur í tí sonevnda Yggdrasil økinum, har stórar útbyggingar longu verða gjørdar.
At finna olju og gass í økjum, sum longu hava ein infrastruktur, ger alla framleiðsluna í hesum stóra økinum meira lønandi. Við hesum fundinum roknar leiðslan í Aker BP, at tað verður lættari og skjótari at røkka málinum, sum er at kunna framleiða eina mia. tunnur frá øllum økinum tilsamans.
Útbyggingin av Yggdrasil økinum byrjaði í 2023 og kemur fyrsta oljan upp í 2027. Umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt ætlanunum hjá Aker BP og royna at gera mótstøðuna móti olju- og gassframleiðslu til part av komandi Stórtingsvalinum í Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald