2020-12-01 17:09
Evropeisk oljufeløg ganga undan í royndunum at menna strategiir móti varandi orkuvøkstri, um somu tíð sum stóru amerikonsku oljufeløgini ikki í sama mun hava lagt seg á hesa kósina veit stovnurin GlobalData at siga, sambært Oliprice. Seks tey størstu oljufeløgini í Evropa hava ætlanir um at útbyggja við 28GW av varandi orku, harav BP, Total og Equinor standa fyri 70%. Kortini liggja hesi feløgini væl aftanfyri aðrar orkuframleiðarar.
BP er annars undangongufelagið, sum hevur sett sær fyri at framleiða 50GW av varandi orku í 2030. Hetta er m.a. væl størri enn tað hjá danska orkurisanum Ørsted við tess 30GW sum máli í 2030.
Stóru oljufeløgini, sum vilja vera partur av orkuskiftinum, koma tó at dúva mest uppá inntøkur frá olju- og gassframleiðslu leingi aftrat, og tað eru so júst inntøkur haðani, sum skulu vera við til at fíggja umskiftið til varandi orku. Ein týðandi partur av umskiftinum er so eisini samanleggingar og uppkeyp av oljufeløgum.
Seinastu mánaðirnar hevur franska oljufelagið Total, gjørt fleiri avtalur um nýggjar vind- og sólorkuverkætlanir, meðan BP er farið undir samstarv við Equinor í USA, har tey hava lagt lunnar undir eina vindorkuverkætlan til havs fyri góða mia. dollarar. Fyrimunurin við at gera íløgur í sólorku er lági kostnaðurin, meðan vindorkan fer at vinda uppá seg komandi ártíggju og hava fyrimun av royndunum hjá oljufeløgum innan útbyggingar til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald