Uttanlands

Stórur áhugi fyri at leita eftir olju í Norra

Í gjár lat norska Oljudirektoratið 28 feløgum partar av 53 nýggjum leiti- og útvinningsloyvum á norska landgrunninum

2022-01-19 13:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Tilsamans 31 feløg løgdu boð inn í TFO útbjóðingini í fjørheyst. Av teimum 53 loyvunum eru 28 í Norðsjónum, 20 í Norskahavinum 5 í Barentshavinum. 17 loyvi hava tilknýti til verandi loyvi. 

-Tað er gleðiligt, at feløgini framhaldandi trúgva uppá, at meira olja og gass eru at finna í búnum økjum við longu kendari jarðfrøði og nærhendis verandi undirstøðukervi. Tað hevur týdning at kunna staðfesta tilfeingi, soleiðis at eyka kapasitetur í verandi skipanum og rørleiðingum kann verða brúktur. Tá kunnu sjálvt smærri fund geva munandi virðisøking, sigur stjórin fyri loyvisumsiting hjá Oljudirektorarinum, Kalmar Ildstad.

[object Object]

Hann vísir á, at tað er eisini at fegnast um, at tað bæði eru stór altjóða oljufeløg eins og smærri og meðalstór feløg, sum eru við í loyvisgevingini.

Eitt teirra er Equinor, sum enn einaferð gongur á odda, tá talan er um at troyta tilfeingið í norsku undirgrundini. Felagið hevur fingið tillutað 26 loyvi, 12 sum fyritstøðufelag og 14 sum partnari. 

-Leiting er neyðug fyri at tryggja framhaldandi virðisøking á norska landgrunninum. TFO útbjóðingin hevur tí alstóran týdning fyri okkum, og vit fegnast um tann leiklut, sum orkumyndugleikarnir hava latið okkum sigur Jez Averty, stjóri fyri undirgrund, gransking og framleiðslu hjá Equinor í Norra. Hann sigur víðari, at Equinor hevur sum endamál at transformera norska landgrunnin frá einum olju- og gasslandsluti til ein orkulandslut við lítlum útláti.

-Her hava olja og gass ein avgerandi leiklut, bæði fyri at kunna veita samfelagskrittiska orku, men eisini gjøgnum dugnaskap, tøkni og fígging, sum umskiftið krevur. Vit halda, at norski landgrunnurin hevur stóran týdning, og at hann framhaldandi goymir týðandi virði, sum eiga at verða funnin og framleidd. Ein gott dømi er okkara seinasta fund, Toppand. Hóast tað liggur í longu búnum økjum við nógvum virksemi, so merkir tað, at møguleikar framvegis eru at gera fund í økjum, har vit leingi hava arbeitt. At hetta hevur eydnast kemst m.a. av nýggjari vitan og nútímans tøkni, sigur Averty.

[object Object]

Equinor gongur á odda at leita eftir nýggjum oljugoymslum, sum liggja tætt við verandi olju- og gassleiðir á norska landgrunninum. Hetta ger sjálvt smærri fund meira lønandi, nú menningin av infrastrukturinum í 40 ár kemur nýggju útbyggingum til góða. Her stjóri hjá Equinor Jez Averty fyri undirgrund og nýggjari leiting.

Hann vísir á, at Equinor leggur dent á at gera íløgur í leiting serstakliga tætt við verandi infrastruktur. Umleið 80% av leitiíløgunum verða gjørdar nærhendis verandi infrastruktur, ella tað hann nevnir “feltnær leting”. Og tað eru fleiri orsøkirtil, at Equinor raðfestir leiting nær verandi oljuleiðum. Hesi øki eru longu búnað,  jarðfrøðin er kend og infrastruktururin væl útbygdur, og tí er váðin eisini minni. Oljufund nær verandi oljuleiðum kunnu bindast í verandi undirstøðukervið tvs. pallar og rørleiðingar nærhendis uttan stórar og kostnaðarmiklar nýggjar útbyggingar.

Harvið maksimera vit troytanina av tí undirstøðukervi vit hava gjørt íløgur í og útbygt gjøgnum 40 ár. Haraftrat eru slík fund merkt av høgum lønsemi, stuttari afturgjaldingartíð og lágum CO2 útláti, sigur Averty.

Equinor ætlar í 2022 at luttaka í 25 leitibrunnum, teir flestu rundan um verandi infrastruktur. Teir flestu verða boraðir í Norðsjónum, nakrir í Norskahavinum og nakrir fáir í Barentshavinum. 

Eisini nýggi norski orku- og oljuráðharrin, Marte Mjøs Persen er væl nøgd við seinastu útbjóðingina. -Víðari leitivirksemi og nýggj fund eru avgerandi, tá vit skulu halda fram við at menna norska olju- og gassídnaðin til landsins besta, sigur hon. 

Umboð fyri Greenpeace Norge finnast at nýggju leitiloyvunum og serliga teimum, sum eru latin í Barentshavinum.

Herfyri gjørdi minnilutastjórnin við AP og SP avtalu við SV flokkin í andstøðu um ikki at bjóða helt nýggj øki út til leiting í 2022. Henda avtala umfataði tó ikki loyvi rundan um verandi olju- og gassleiðir. Hvussu støðan verður í 2023 er óvist.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder