Uttanlands

Stórur áhugi fyri oljuleiting í Bretlandi

76 ymisk orkufeløg hava søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum, eitt nú eystan fyri Føroyar.

Violettu økini eru tey, sum eru boðin út til nýggja leiting, harav mong liggja áfast føroyska markinum. Gulu økini eru tey, sum orkufeløg longu hava fingið tillutað

Violettu økini eru tey, sum eru boðin út til nýggja leiting, harav mong liggja áfast føroyska markinum. Gulu økini eru tey, sum orkufeløg longu hava fingið tillutað

2023-01-17 13:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta upplýsir bretski orkumyndugleikin “North Sea Transition Authority” (NSTA) í morgun. Feløgini hava í hesi 33. útbjóðingini  latið inn tilsamans 115 umsóknir, sum fevna um 258 teigar ella partsteigar á bretska landgrunninum frá syðra partinum av Norðsjónum til Atlantsmótið nær Føroyum. NSTA sigur, at fyrstu loyvini verða longu latin í vár. Víst verður á, at væleydnaða útbjóðingin er eitt týðandi stig til tess at tryggja Bretlandi framtíðar veitingar av orku.

Útbjóðingin, sum fer at skunda undir orkutrygdina í Bretlandi, lat upp 7. oktober og vórðu umleið 900 teigar og partsteigar bodnir út. Vanliga eru útbjóðingar til olju- og gassleiting á hvørjum ári men seinasta útbjóðingin var í 2020. Veðurlagsbroytingar, korona og mótstøða móti nýggjari leiting fingu myndugleikarnar at steðga á.

Síðani hava teir hert krøvini til leiting, soleiðis at tey í størri mun liva upp til veðurlagskrøv og CO2 útlát. Eitt skifti varð roynt fullkomiliga at steðga allari framtíðar leiting, men eitt nú russiska innrásin í Ukraina og sanktiónir móti russiskari orku broytti støðuna. Nú varð orkutrygdin raðfest sum ongantíð áður. Tað hevði so við sær, at bretska stjórnin gjørdi av at lata upp aftur fyri leiting, um somu tíð sum hon gav grønt ljós til útbygging av verandi olju- og gassleiðum.

[object Object]

Fyri bretsku stjórnina hevur tað hægstu raðfesting at kunna minka um innflutningin av olju og gassi, og tí verða øll segl sett til tess at gerast sjálvbjargin við minst dálkandi oljuni og gassinum úr Norðsjónum.

Tað ræður tí um við nýggju 33. útbjóðingini at kunna raðfesta tær umsóknir, sum síggja møguleikar at fara undir leiting sum skjótast í økjum, har mett verður, at størstu sannlíkindini  eru at finna olju og gass, ella har olja og gass longu eru funnin.  

Hetta ger seg m.a. galdandi fyri økið millum Hetland og Føroyar, og tí er stórur spenningur um, hvørji feløg hava søkt um leitiøki í hesum partinum av bretska landgrunninum. Hetta ger seg eisini galdandi fyri serfrøðingarnar á Jarðfeingi, sum hava til uppgávu at marknaðarføra økið, sum liggur tætt upp at bretska landgrunninum eystan fyri Føroyar. Ikki er óhugsandi, at 33. leitiúbjóðingin óbeinleiðis kann fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum eisini. 

Vanliga ganga upp til fimm ár frá einum oljufundi til framleiðslu. Nú vónar bretska stjórnin við at skunda undir viðgerðina serstakliga í lovandi økjum at kunna minka munandi um tíðina til væl niðanfyri fimm ár. Men í øllum førum verður tað eitt krav til orkufeløgini at miðjast skal móti null útláti í 2050. Og til tess at røkka hesum verða allar nýggjar framleiðslur riknar við streymi úr landi ella frá vindorkulundum til havs.

Olja og gass fevna um tríggjar fjórðingar av orkutørvinum  í Bretlandi. Metingar vísa, at sjálvt um eftirspurningurin fer at minka, so fer kolvetni at hava stóran týdning bæði sum orkuveiting og  sum arbeiðspláss. Myndugleikarnir síggja orkutrygdina og grøna orkuskiftið  sum part av somu søk. Víst verður á, at nýggjar olju- og gassframleiðslur hava eisini minni útlát enn tær gomlu, umframt at útlátið er væl minni enn frá innfluttum kolvetni úr øðrum londum.

Tøl frá NSTA vísa, at útlátið frá framleiðslu er minkað við einum fimtingi frá 2018 til 2021. Framskrivingar vísa, at vinnan fer at røkka 10% málinum í 2025 og 25% í 2027, sum eisini er semja um í avtaluni millum myndugleikar og vinnuna, “North Sea Transition Deal” frá 2021.

[object Object]

Stjórin fyri leiting og nýggjum virksemi  í NSTA, Nick Richardson sigur seg vera sera væl nøgdan við áhugan fyri útbjóðingini, sum er á hægri  støði enn útbjóðingar áður. Tvs. at mótstøðan móti kolvetnum sæst ikki aftur í úrslitinum av útbjóðingini. Hann sigur, at stovnurin fer at skunda undir arbeiðið at greina umsóknirnar og væntar fyrstu loyvini verða latin tíðliga í øðrum ársfjórðingi.

Ráðharrin fyri orku og veðurlagi, Graham Stuart vísir á, at russiska innrásin í Ukraina hevur havt við sær sera óstøðugar og ótryggar marknaðir. Tí er tað ómetaliga gott at síggja so stóran áhuga í vinnuni fyri hesi útbjóðingini. Loyvini, sum fara at verða latin, fara at skunda undir orkuframleiðsluna og harvið tryggja bretsku orkutrygdina uppá longri sikt.

[object Object]

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace finnast at myndugleikunum fyri at lata uppaftur fyri leiting og hótta við at fara til dómstólarnar at steðga nýggjum leitiloyvum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder