Uttanlands

Streymur úr landi skal minka CO2 útlát á oljupallum

Í Noregi eru oljuvinna og myndugleikar miðvíst farin undir at menna oljuframleiðslu til havs við streymi úr landi

2021-02-12 12:56 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

 

Norsk oljuvinna og myndugleikar taka nú enn eitt stig á leiðini at minka um CO2 útlátið frá framleiðsluni á norska landgrunninum. Norska olju- og orkufyrisitingin hevur júst góðkent eina ætlan um at útbyggja eitt av stóru gassøkjunum, Sleipner  í Norðsjónum, við streymi úr landi. Hetta grøna skiftið í framleiðsluni verður mett at kunna minka um CO2 útlátið við 150.000 tonsum um árið.

Hetta stigið kemur so aftrat teimum avgerðum, sum longu eru tiknar og settar í verk, har endamálið er í støðugt størri mun at brúka streymorku úr landi til at reka framleiðslupallar á landgrunnunin. Ein orsøk til at júst henda nýggjasta menningin til grøna orku í oljuframleiðsluni er tann, at Sleipner økið fyllur nógv í samlaðu norsku gassframleiðsluni. 

[object Object]

 

Í Equinor eru tey sera fegin  um komandi broytingar, har framleiðslan í Norðsjónum verður rikin við streymi úr landi heldur enn egnum gassi. Hetta verður eitt týðandi íkast til royndirnar at minka um útlátið sum heild á norska landgrunninum til at røkka nul-útláti í 2050 sigur umboð fyri Equinor sambært heimasíðuni hjá felagnum. Ætlanin er at binda Sleipner økið í ta streymloysn, sum er fyri alt Utsirahøj-økið út fyri norsku strondina. Tað er her vit finna nýggja oljurisan Johan Sverdrup. 

[object Object]

Sleipner økið hevur stóran týdning fyri menningina av norskari olju- og gassvinnu og harvið fyri norska samfelagið, og við at knýta tað í grønar orkuloysnir í Utsiraøkinum kann tað fáa uppaftur størri týdning í framtíðini og vera við til at leggja til orkuskiftið og minking av útlátinum. Fangan og goymsla av CO2 fer so eisini at vera partur av framtíðar menningini á Sleipnerøkinum eins og á øllum Utsirahøj-økinum. 

Nú fer elkaðal at verða lagdur millum Sleipner høvuðsstøðina og land umvegis Johan Sverdrup.  Henda verkætlan fer at geva nógv arbeiði til norskar fyritøkur. 

Streymloysnin fyri allar framleiðandi olju- og gasskeldurnar á Utsirahæddini fer at fevna um fleiri av teimum størstu keldunum so sum Johan Sverdrup, Edvard Grieg, Ivar Aasen, Gina Krog, Gudrun, Utgard, Gungne og Sigyn. Allar hesar framleiðslustøðirnar fara í framtíðini at verða riknar við streymi úr landi. Sleipner økið stendur annars fyri stórum parti av gassflutninginum til Evropa og til Norra. 

Eisini nógva aðrastaðni á norska landgrunninum verður arbeitt við “streym úr landi” loysnum. Eitt nú er oljufelagið Vaar Energy farið undir at kanna møguleikan at reka stóra framleiðsluskipið, FPSO, á Balderleiðini við streymi úr landi. Og soleiðis kunnu vit halda fram. Ein kann siga, at við hesi menningini royna oljuvinna og myndugleikar at vera ítøkiligur partur av grøna skiftinum, har miðjað verður móti at minka um útlátið av CO2. Somu gongdina síggja vit eisini í Bretlandi, har tað í løtuni verður tosað um at reka oljupallar í Norðsjónum og vestan fyri Hetland við streymi frá vindmyllum.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder