2023-12-06 21:06
1. juli 2023 almannakunngjørdi Umhvørvismálaráðið, at 1,5 millión krónur í 2023 vóru settar av til at veita stuðul til at burturbeina oljufýr. Skipanin hevur riggað væl, og nógvar umsóknir eru komnar til Umhvørvisstovuna. Hesar verða viðgjørdar og avgreiddar leypandi sigur Umhvørvisstovan frá.
Í sambandi við at lógarbroyting verður løgd fyri Løgtingið um at leingja tíðarskeiðið við mvg-afturbering fyri hitapumpur og jarðhita, verður sett sum treyt fyri at fáa mvg-afturbering, at oljufýringin er lógliga burturbeind. Hetta merkir at skipanin heldur uppat frá 1. januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald