Svenska stjórnin hevur skotið upp at lækka avgjaldið á bensin og diesel fyribils.
Hetta skal vera galdandi frá 1. mai til síðst í september.
Handan uppskotið standa teir tríggir stjórnarflokkarnar og Sverigedemokraterna.
Avgjaldið skal í fyrsta umfari lækkast til minskamarkið hjá ES.
Tað snýr seg um eina krónu fyri bensin og 40 oyru fyri diesel, og tað fer at kosta umleið 1,5 milliardir svenskar krónur, sigur Jimmie Åkesson, formaður í Sverigedemokraterna.
Uppskotið kemur í kjalarvørrinum á krígnum í Iran, sum hevur økt um oljuprísirnir. Hetta tí at Hormuzsundið, har ein fimtingur av heimsins olju verður fluttur ígjøgnum, í roynd og veru hevur verið stongt fyri skipaferðslu, síðan kríggið byrjaði við amerikanska og ísraelska álopinum 28. februar.
Les eisini: Sannførdur um at Hormuzsundið letur uppaftur
Les eisini: Trump útsetir bumbuhóttan móti Iran í fimm dagar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald