Uttanlands

Svøríki gevst at kanna Nord Stream sabotasju

Svenskir myndugleikar boða nú frá, at kanningarnar av spreinging av Nord Stream gassleiðingini eru lidnar.  

2024-02-07 12:23 Author image
Jan Müller
placeholder

Víst verður á, at Svøríki eigur ongan lut í hendingini, og tí verður nú givist við at kanna málið meira. Kanningarnar hava verið sera neyvar og umfatandi verður lagt aftrat.

Danska løgreglan sigur tó í eini viðmerking, at fleiri upplýsingar um hendingina fara at koma fram í næstum.

Bæði Svøríki, Danmark og Týskland hava gjørt kanningar av spreingunum, sum høvdu við sær, at hol kom á tvær gassrørleiðingar úr Russlandi til Týskalands.

Hendingin fór fram nærhendis Bornholm og hava bæði Russland og Ukraina verið ákærd fyri at standa aftanfyri sabotasjuna. Hon fór fram i september í 2022.

Týsk bløð skriva, at orsøkin til, at Svøríki gevst við sínum kanningum er tann, at tað hevur ikki eydnast at finna fram til, hvør stóð aftanfyri. Víst verður annars á, at hóast avgerðina hjá Svøríki so halda bæði Danmark og Týskland fram við sínum kanningum. Russland hevur fleiri ferðir heitt á londini, sum kanna málið, um at kunngera úrslitið av kanningunbum. Tað er so ikki hent enn. Víst verður bara á, at ein seglbátur nevndur Andromeda er undir illlgruna fyri at hava flutt spreingievni á staðið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder