Uttanlands

Tangaskip Venesuela nær við Føroyar

Bæði russar og amerikanarar fylgja tangaskipi í Norðuratlantshavi við kós móti Russlandi.

2026-01-07 13:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Norðuratlantshav er bráddliga á breddanum í flestu av heimsins miðlum. Hetta hendir eftir, at risastóra russiska tangaskipið Marinera, sum kemur úr Venesuela og eftir øllum at døma er sloppið undan amerikonsku blokaduni út fyri Venesuela og hevur sett kós móti Norðuratlantshavi og helst móti Russlandi. Skipið er nær við íslendskt og føroyskt sjóøki.

[object Object]

Amerikonsk sjóverjuskip eru á staðnum og skilst, at tyrla hevur verið uppi yvir tangaskipunum, ið fyri løtu síðani hevur broytt navn og tjóðskap. Eisini er kósin broytt meira suðureftir. Russisk herskip helst ein kavbátur er eisini í sama umhvørvi. 

[object Object]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder