Uttanlands

Trump herðir herferðina móti havvindmyllum

Hevur júst steðgað fimm havvindmylnulundum út fyri New York

Avgerðin at steðga vindmylnuútbyggingum í USA kann kosta donskum fyritøkum dýrt

Avgerðin at steðga vindmylnuútbyggingum í USA kann kosta donskum fyritøkum dýrt

2025-12-22 18:25 Author image
Jan Müller
placeholder

So hendi tað aftur. Amerikanski forsetin Donald Trump hevur givið síni umsiting boð um at steðga byggingini av fimm havvindmylnulundum út fyri eysturstrond USA. Hetta verður gjørt vegna ta hóttan tær eru ímóti tjóðartrygdini í USA. Avgerðin at seta vindmylnulundirnar “á pausu”, sum tað verður nevnt, rakar aftur meint danskar vindmylnuframleiðarar, fyrst og fremst Ørsted, sum stendur fyri tveimum av teimum 5 lundunum. Enn ein donsk fyritøka, CIP stendur fyri eini lund. 

[object Object]

Kelda: Politiken

Avgerðin kemur sera óvart á, tí herfyri vann Ørsted eitt sakarmál móti amerikonsku myndugleikunum, sum vórðu noyddir til at geva fyritøkuni loyvi til at halda fram við sínum virksemi. Teir høvdu annars steðgað útbyggingini.

Umboð fyri amerikanska innanríkisráðið rættvístger avgerðina men ynskir ikki at gera greitt, hvat ein hótt móti tjóðartrygdini merkir. Onkur heldur tað kann hava nakað at gera við teir kaðalar, sum verða lagdir á havbotnin undir vindmyllunum. Boð frá fyrisitingina ljóða nú, at orsøkin er, at vindmylnuveingir og tornini órógvar radarsambandið, sum so aftur hótti amerikonsku trygdina. 

Allir lutir í umsóknini eru longu gingnir á møti, og tí verður nú gitt, hvat veruliga orsøkin er. Tað er greitt, at Trump sær havvindmyllur, har piparið grør og við hesi avgerðini vísir hann enn einaferð, at hann fer at gera alt hann kann fyri at seta fót fyri vindmylnuídnaðinum einaferð med alla. 

Tað er greitt, at avgerðin kemur illa við fyri fleiri amerikanskar statir, sum hava tørv á streymi frá eitt nú vindmyllum m.a. til at kunna menna vitlíkis datasentur, sum krevja sera nógvan streym. 

Tað ljóðar, at tað fer at kosta Ørsted 2 mia. kr. um mánaðin, at útbyggingin verður steðgað. Ørstedpartabrævið lækkaði 10% eftir, at boðini um steðg komu fram og svarar tað til eina minking av virðinum uppá 20 mia. kr.  Vestas partabrævið lækkaði við 3,3 og minkaði um virðið á fyritøkuni við 6 mia. kr. 

USA fer at hava tørv á streymi í stóran mun komandi árini. Umboð fyri Trump siga, at havvindmyllur er alt ov dýrar, tær eru óálítandi og krevja almennan stuðul fyri at kunna virka. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder