Týskland kyndir nú upp aftur í einum kolorkuverki í royndini at spara upp á nýtsluna av gassi henda komandi veturin.
Tí fer orkuverkið í Heyden, nærhendis Hannover, frá komandi viku og fram til apríl mánað aftur at veita ravmagn út á netið. Tað upplýsir orkufelagið Uniper, sum stendur fyri rakstrinum.
Verkið framleiðir 875 megawatt og er millum størstu orkuverkini í Týsklandi.
Týskland hevur ætlanir um at gevast við at brenna kol, seinast í 2038. Men kríggið í Ukraina og orkukreppan í kjalarvørrinum á krígnum merkir, at nøkur verk nú verða sett í gongd aftur, skrivar dr.dk.
Russland hevur minkað um gassveitingina meðan kríggið hevur herjað, og tí er Týskland nú í eini tilgongd at gera landið minni bundið av gassveitingunum úr Russlandi.
Fyrst í august varð gongd sett á eitt annað kolorkuverk, tað í Mehrum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald