Tað fekk eftir øllum at døma eina týðiliga vend á COP26 í Glasgow í gjárkvøldið, tá umboð fyri heimsins stórveldi USA og Kina brádliga fóru á pallin og lótu heimin vita, at tey nú fara at samstarva um at minka um vakstrarhúsgassini og harvið skapa møguleika fyri at røkka París-avtalu málinum um 1,5 hitastig hækking í 2050.
Tað var líkasum, at bjartskygni tók tey annars heldur døpru útlitini og útmeldingarnar frá ráðstevnuni á bóli. Hóast londini enn ikki hava sagt, hvat hetta samstarvið ítøkiliga fer at snúgva seg um, so er greitt, at eitt av ítøkiligu málunum er at minka um útlátið av tí sera vandamikla metaninum í heiminum. Her standa bæði Kina og USA fyri tí mesta av útlátinum og annars útláti sum heild.
At amerikanski forsetin ikki hevði við sær nógv umrøddu nýggju veðurlagslógirnar til ráðstevnuna í Glasgow í farnu viku, og at kinverski forsetin ikki sjálvur var tilsteðar á COP26, løgdu longu tíðliga eitt skýggj yvir vónirnar til eina væleydnaða ráðstevnu. Og tað hevur so víst seg, at londini hava so heldur ikki vilja tikið undir við fleiri av teimum stóru málunum, sum hava verið frammi eitt nú um skjótari enn lovað at gevast við kolaframleiðslu.
Men við nýggjasta útspælinum bendir okkurt á, at møguleikar vera fyri at gera eina ella aðra felags avtalu, sum kortini eisini fara at rúma neyðsemjur.
John Kerry, veðurlagssendimaður hjá Biden forseta, kunngjørdi í gjárkvøldið avtalu millum USA og Kina um samstarv á veðurlagsøkinum.
Amerikanski veðurlagssendimaðurin John Kerry segði um avtaluna millum stórveldini, at hon er “a step we can build on in order to help close the gap” on emissions. Umboðsmaðurin fyri Kina er næsti maður forsetans, Xie Zhenhua.
John Kerry viðgekk, at USA og Kina vóru ikki samd í mongum stórmálum, men veðurlagið er so grundleggjandi fyri báðar tjóðirnar og heimin, at her mugu londini samarbeiða.
Í samtyktini tey hava gjørt binda tey seg m.a. til at samstarva um at menna varandi orkuloysnir. Her koma so handilsspurningar eisini inn í myndina, tí óvist er m.a., um USA fer at gevast við at nokta kinverskum feløgum at útflyta ráevni, sum verða brúkt í sólfangarum.
Kinverski talsmaðurin vildi so heldur ikki siga, um Kina fer at góðtaka uppskot til orðing av felags frágreiðing frá COP26 um at minka um kolanýtsluna í heiminum skjótari enn higartil boðað frá. Kina hevur sagt, at tað fer so líðandi at minka um kolanýtsluna heilt fram til 2060. Tað halda onnur lond er alt ov long tíð. Hinvegin hava stórir kolaframleiðarar sum Avstralia gjørt greitt, at teir fara at halda fram við framleiðslu og sølu av koli í óasetta tíð. Spenningurin er tí stórur um, hvussu eitt nú slíkir spunringar fara at verða orðaðir í eini komandi avtalu millum øll londini.
COP26 heldur fram í dag og í morgin aftrat. Spenningurin er sera stórur, um tað fer at eydnast Bretlandi sum vertslandi at snikka til eina avtalu, ið øll tey 197 londini kunnu góðtaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald