Hóast høvuðsorsøkin til avgerðina hjá Trump forseta at taka forsetan í Venesuela til fanga og stevna honum í rætti í New York fyri ólógligt rúsevnavirksemi í USA, so er greitt, at atgongdin til heimsins størstu oljugoymslur hevur eisini stóran týdning gjørdi Trump sjálvur greitt í eini samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina Fox News fyri løtu síðani.
Greinarar siga, at USA alla tíðina hevur havt stóru oljugoymslurnar í Venesuela í huganum, tá stjórnin fór undir at fyrireika handtøkuna av Maduru forseta. USA hevur nevniliga í kvittanum at taka yvir umsitingina av stóru oljugoymslunum og undirstøðukervi tess fyri at kunna umvæla og útbyggja oljuframleiðsluna, sum ikki er viðlíkahildin í mong mong ár.
Trump segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at Venesuela stjól amerikonsku oljuognirnar og tess undirstøðukervið í Venesuela, tá einaræðið tjóðartók hesi. Hetta var nakað, sum skaddi USA og tess uttanríkispolitikk og hetta verður nú broytt aftur, eftir at Maduru er tikin og verður stevndur fyri rættin í USA, vísti forsetin á.
Amerikanski forsetin legði dent á, at ætlanin er nú, at amerikonsk oljufeløg skulu til Venesuela at taka sær av oljuvirkseminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald