Uttanlands

USA og Kina mugu samstarva um veðurlagsfígging

-Tað hevur alstóran týdning, at USA og Kina halda fram at samstarva um fígging av tiltøkum móti veðurlagsbroytingum

2023-07-11 12:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin Janet Yellen eftir fund við umboð fyri kinversku stjórnina. Yellen er á fýra daga vitjan í Kina, har hon roynir at linka spenningin millum tey bæði londini og finna øki, har tey kunnu samstarva. 

-Sum tey bæði londini í heiminum við størst útláti av vakstrarhúsgassum og sum tveir teir størstu íleggjararnir í varandi orku hava bæði londini eina felags ábyrgd at ganga á odda, segði hon á fundi við kinverskar serfrøðingar

-Veðurlagsbroytingar eru ovast á listanum yvir altjóða avbóðingar, og USA og Kina mugu samstarva um at taka sær av hesi stóru hóttan segði hon sambært E24.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder