Greining. Nýggja orkufelagið um okkara leiðir, ísraelska Ithaca Energy, sum nú um dagarnar keypti upp fleiri av mest týðandi olju- og gasskeldunum á bretska landgrunninum, hevur í hyggju at útbyggja tær báðar stóru keldurnar Cambo og Rosebank, ið liggja eystan fyri føroyska markið.
Hetta hevur leiðslan í felagnum boðað frá eftir, at tíðindini komu út um stóra handilin, har orkufelagið Siccar Point Energy hevur selt Ithaca øll tess loyvi á Atlantsmótinum, sum er økið millum Føroyar og Hetland.
Olju- og gassleiðirnar, sum ætlanin er at útbyggja liggja millum føroyska markið og fleiri aðrar framleiðandi keldur á Atlantsmótinum so sum Foinaven, Schiehallion, Laggan Tormore og Clair. Verða Cambo og Rosebank útbygdar, sum mangt bendir á, so fer økið eystan fyri Føroyar at vera mest týðandi parturin av bretskari olju- og gassframleiðslu sum heild.
Stjórin í Ithaca sigur við bretskar miðlar, at avgerð um útbygging av teimum báðum risastóru keldunum Cambo og Rosebank verður endaliga tikin komandi ár. Men longu nú verður arbeitt miðvíst við at fyrireika útbygging. Verður henda ætlan til veruleika merkir tað, at vit um nøkur ár fara at fáa olju- og gassframleiðslu fáar kilometrar frá føroyska markinum, nakað, sum verður mett at kunna fáa týdning fyri olju- og gassleiting og virksemi annars føroysku megin markið eisini.
Verður endalig avgerð tikin um at útbyggja olju- og gasskeldurnar Rosebank og Cambo við markið verða tað møguliga hetta skipið og pallin manning og ferðafólk við Norrønu fara at síggja um nøkur ár.
Bretska stjórnin hevur gjørt greitt, at útbyggingin av umrøddu keldum verður raðfest høgt av myndugleikunum, tí hon fer at gera Bretland minni heft at innfluttari orku í framtíðini. Saman við hesum útbyggingum hevur stjórnin gjørt greitt, at hon fer at skunda undir bygging av fleiri nýggjum kjarnorkuverkum umframt at seta ferð á varandi orku so sum vind og sól. Eisini framleiðsla av vetni stendur ovarliga á listanum yvir komandi orkuvirksemi í bretskum øki eins og fangan og goymsla av CO2.
Bæði í Bretlandi og í Norra er ætlanin at byggja havvindmylnulundir, sum skulu veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar fyri harvið at kunna minka munandi um CO2 útlátið.
Elektrifisera framleiðslu á olju- og gasspallum
Ein týðandi fortreyt fyri útbygging av nýggjum olju- og gassfundum so sum Cambo og Rosebank er, at komandi framleiðsla verður elektrifiserað tvs. at útbygging við pallum til havs eisini skal fevna um at kunna reka teir við streymi úr landi ella frá vindmylnulundum í økinum. Í hesum sambandi verður longu í mai farið undir at kanna umstøðurnar fyri at leggja elkaðal úr Hetlandi til Rosebank kelduna eystan fyri markið.
Sigast má at nógv er broytt, síðani Ithaca Energy keypti upp olju- og gassøki vestan fyri Hetland. Tí fyri bert fáum mánaðum síðani var stórur ivi sáddur um útbygging av Cambo kelduni, nú stórfelagið Shell gjørdi av at taka seg úr útbyggingarætlanini. Hetta helst m.a. orsakað av trýsti frá umhvørvisfelagsskapum. Síðani hevur fyrst bretski loyvismyndugleikin longt loyvini á Camboleiðini og hevur Shell samtíðis boðað frá, at tað er sinnað at endurskoða sínar ætlanir í sambandi við Cambo.
Nú nýtt stórt orkufelag tekur yvir ognirnar hjá fyristøðufelagnum Siccar Point og harvið verður partnari saman við Shell, so fer tað eftir øllum at døma at merkja, at útbygging av ikki einans Cambo men eisini av grannakelduni Rosebank gerst veruleiki. Og longu nú verður eisini nevnt, at tær báðar útbyggingarnar kunnu í framtíðini eisini vera grundarlag fyri, at aðrar smærri keldur í økinum, eitt nú Tornado og Suilven, kunnu útbyggjast við at binda í Cambo.
Við keypinum av ognunum hjá Siccar Point Energy vestan fyri Hetland er Ithaca Energy vorðið høvuðsmotorurin innan framtíðar olju- og gassvirksemi í hesum stóra økinum nær Føroyum. Ein kann eisini siga, at Ithaca er komið aftur á slóðina. Tá oljuleitingin fór fram í føroyskum øki fyri skjótt nógvum árum síðani var táverandi Ithaca eisini partur av leitingini eitt skifti. Felagið keypti í 2013 upp eitt annað oljufelag, nevniliga Valiant Petroleum, sum átti leitiloyvi saman við Atlantic Petroleum. Undan Valiant var tað norska felagið Sagex, sum átti loyvið, men tað var uppkeypt av Valiant. Hóast Ithaca í dag hevur heimstað í Bretlandi, so er tað ogn hjá stóra ísraelska gassfelagnum DELEK GROUP, sum nøkur ár herfyri gjørdi eitt risastórt gassfund út fyri Ísrael.
Eitt yvirlit yvir nakrar av stóru olju- og gasskeldunum á bretska landgrunninum, sum enn ikki eru útbygdar. Vit síggja, at millum tær fýra størstu teljast ikki færri enn tríggjar keldur tætt við føroyska markið, nevniliga, Rosebank, Cambo og Blackrock.
At Ithaca Energy og harvið eisini ísraelska DELEK nú eru vorðin týðandi partur og “drivari” í leiting og framleiðsluni á Atlansmótinum er ein styrki fyri alt hetta stóra økið eystan og sunnan fyri Føroyar. Her liggja nevniliga tær størstu olju- og gassgoymslurnar á bretska landgrunninum yvirhøvur, og onkunstaðni ganga tær heilt inn at føroyska markinum. Tað verður tí gitt, at fleiri nýggjar boringar í grannalagnum kunnu eisini geva upplýsingar um undirgrundina føroysku megin markið. Og við útbyggingum á bretska landgrunninum so tætt við Føroyar verður bráddliga møguliga eisini atgongd hjá føroyskum virksemi til at brúka nýggja infrastrukturin tvs. knýta í bæði pallar og gassleiðingar bretskumegin markið.
Ithaca Energy fær eisini við keypinum atgongd til verandi framleiðslur í økinum, og hetta kann eisini fáa týdning fyri møguleikarnar at fara undir aðrar størri fíggingarkrevjandi útbyggingar. Í løtuni verður so eisini í spenningi bíðað eftir, hvat Shell fer at koma við í næstum, nú felagið hevur sagt seg vilja endurskoða avgerðina at taka seg úr Cambo-útbyggingini. Henda broytta støða kann sjálvandi eisini hava verið ávirkað av, at myndugleikarnir hava longt loyvini og kanska eisini av, at Shell hevur vitað um handilin hjá Ithaca, og at hesin kann gera Cambo verkætlanina uppaftur meira realistiska.
Fyri fáum árum síðani samskipaðu Bretland og Føroyar sínar útbyggingar báðumegin markið. Í hesum sambandi vóru fleiri av treytunum til leiting í Føroyur broyttar, so tær sampakkaður meira við treytirnar bretsku megin markið.
Nýggj leiting í bretskum øki seinni í ár
Áhugavert er eisini at merkja sær, at bretska stjórnin hevur avgjørt at taka uppaftur leitingina eftir olju og gassi í undirgrundini her kanska serstakliga á Atlansmótinum, har mett verður, at tær stóru olju- og gassgoymslurnar finnast. Seinasta 32. útbjóðingin í Bretlandi varð samskipað við 5. útbjóðingina í Føroyum. Eitt sera týðandi stig, sum uttan iva eisini kann gerast ein byrjan til framtíðar samstarv millum bæði myndugleikar og vinnu í Føroyum og Bretlandi.
Hóast eingin umsókn varð føroysku megin markið tá, so er ikki útilokað, at ein nýggj útbjóðing í bretskum øki tætt við markið, eisini kann fáa týdning fyri áhugan fyri føroyska grannalagnum sum so. Okkum nýtast sum so ikki eina nýggja útbjóðing fyri at fáa oljufeløg at koma henda vegis aftur, tí sum er eru dyrnar longu opnar fyri leiting gjøgnum “Open Door” skipanina. Men vit hava so møguleika at menna og betra um verandi “Open Door” skipan, sum í veruleikanum er eitt slag av støðugari/kontinuerligari útbjóðing. Open Door skipanin merkir, at útlendsk feløg til eina og hvørja tíð kunnu søkja um øki á føroyska landgrunninum at leita eftir olju og gassi.
Jarðfeingi ger eitt stórt og týðandi arbeiði bæði at skaffa nýggja vitan um undirgrundina og at marknaðarføra hana á messum í útlandinum.
Og her kemur týdningarmikla arbeiði hjá Jarðfeingi inn í myndina. Har arbeiða granskarar og serfrøðingar av ymsum slag við at tulka data frá ymsum kanningum og lata hesi ókeypis til áhugað útlendsk feløg. Í fleiri førum hevur hetta arbeiðið givið ábendingar um møguleikar at finna olju og gass í føroysku undirgrundini. Sostatt eru fólkini á Jarðfeingi við til at vísa útlendskum feløgum á øki á landgrunninum, sum kunnu goyma kolvetni. Hetta er so eisini eitt arbeiði, sum seismikkfeløg og útlendsk oljufelag gera av sínum eintingum.
Tað er greitt, at ábøtur kunnu uttan iva gerast á okkara skipanir og treytir í sambandi við leiting á føroyska landgrunninum, sum saman við nýggjastu vitanini hjá Jarðfeingi, kunnu vera við til at gera Føroyar uppaftur meira áhugaverdar fyri leiting. Ikki minst nú so nógvar fortreytir fyri leiting og framleiðslu eru so nógv broyttar seinastu tíðina, har heimurin ella serliga Evropa, ikki minst eftir russisku innrásini í Ukraina, hevur stóran tørv á bæði olju og gassi úr eitt nú Norðsjónum og Atlantsmótinum og harvið eisini Føroyum. Verður t.d. gass staðfest í føroysku undirgrundini í stórum nøgdum eins og tað longu er hinumegin markið, tá vil hetta kunna vera við til at útvega gass til Evropa, sum ynskir at stegða innflutningi av russiskum gassi.
Í løtuni er ein "Open Door" leitiskipan galdandi á føroyska landgrunninum, sum hevur við sær, at orku- og íløgufeløg til eina og hvørja tíð kunnu søkja um loyvi at leita eftir olju og gass í økjum innan fyri svørtu strikurnar.
Menna føroysku Open Door skipanina
Hvussu kunnu Føroyar so menna og betra um verandi Open Door skipan kundi verið spurt! Hertil er at siga, at føroyskir myndugleikar hava møguleika at nútímansgera og endurskoða treytirnar, sum hava verið galdandi síðani leitingin byrjaði fyri meira enn 20 árum síðani. Nógv er broytt síðani tá, so hóast føroysku treytirnar eru broyttar her ikki minst til seinastu útbjóðing, so eru framvegis møguleikar at fremja fleiri broytingar í treytunum fyri harvið at gera tað meira áhugavert fyri íleggjarar at koma yvir um markið. Ein broyting kundi m.a. verið at javnsett føroysk og útlendsk feløg, tá talan er um partafelagsskatt. Í dag rinda føroysk feløg 18% í partafelagsskatti. Tey útlendsku skulu rinda 9% meira tvs. 27%. Tað nýtist ikki ein nýggj føroysk útbjóðing fyri at fremja hesa broytingina og møguliga aðrar við, tí hetta kann gerast nær tað skal vera undir Open Door skipanini, sum fyribils er galdandi í óavmarkaða tíð.
Til ber tí til hjá føroyskum myndugleikum at marknaðarført broytingar í treytunum til leiting t.d. um somu tíð, sum bretar lata upp fyri eini nýggjari útbjóðing. Tað fer so at krevja onkrar lógarbroytingar, sum helst bæði samgonguflokkar og andstøðuflokkar kunnu góðkenna, nú ein stórur meiriluti á tingi longu hevur mælt til at lata dyrnar standa opnar fyri framtíðar leiting á landgrunninum.
Ein liður í nýggjari marknaðarføring av Open Door skipanini kundi so eisini verið at tikið við tær eins broytingar, sum bretskir myndugleikar hava sett ella fara at seta leitifeløgum í sambandi við at minka um útlátið tað verið seg í sambandi við framtíðar leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, soleiðis at hesi krøv eisini taka hædd fyri ynskinum/kravinum um eitt reinari umhvørvi í føroyskum øki.
Útgerðarhavnin í Runavík hevði stóran týdning, tá fyrstu brunnarnir vórðu boraðir á landgrunninum.
Føroyska veitingarvinnan týðandi partur av menningini
Tað er greitt, at fyri Føroyar kann umrøddi stórhandil hjá Ithaca Energy við loyvum fáa týdning bæði fyri framtíðar áhugan fyri leiting í hesum longu so virkna grannalagnum men eisini fyri føroyska veitaravinnu, ið fyrr hevur víst seg at kunna liva upp til høgu krøvini frá oljufeløgum til eitt nú at vera partur av avleidda virkseminum av leiting.
Tá teir níggju brunnarnir vórðu boraðir á føroyskum øki frá 2001 til 2014 hevði føroysk veitingarvinna ein týðandi leiklut. Her bæði útgerðarhavnin í Runavík men eisini tær einstøku fyritøkurnar, sum vóru við til at halda lív í leitingini. Sum heild var stórur partur av føroyska samfelagnum so ella so partur av virkseminum tá.
So her hava vit møguleika at sláa tvær flugur í einum. Verður leiting veruleiki aftur á føroyskum øki, tá kann veitaravinnan aftur fáa týðandi uppgávur, og harnæst – verða nógv umrøddu útbyggingar av Cambo og Rosebank eystan fyri markið veruleiki – tá kunnu somu veitarafyritøkur eisini gerast partur av hesum m.a. í samstarvi við bretska veitaravinnu.
Tað er vert at bíta merki í, at tað bert eru fá ár síðani, at fleiri føroyskar veitarafyritøkur við Magn, MEST og Faroeship tóku stig til vitjan í Aberdeen fyri at kunna seg um framtíðar møguleikar at geva sítt íkast til útbyggingar á bretskum øki nær Føroyum eins og at kunna bretsku vinnuna um góðu umstøðurnar hjá útlendskum feløgum at brúka Føroyar og føroyska tænastuveitingar sum ein part av sínum útbyggingarverkætlanum.
Seinnapartin í dag fer Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orku- og umhvørvismálum at svara spurningum frá Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn um oljuleiting við Føroyar ol.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald