Innanlands

Útlátið veksur: Privata vinnan størri lut í grøna orkuskiftinum

Privata vinnan eigur at fáa møguleikan at lyfta ein nógv størri part í grøna orkuskiftinum. Ger hon ikki tað, røkka Føroyar ikki málinum um, at elorka á landi í 2030 skal vera úr varandi orkukeldum.

2024-09-14 15:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tað kann staðfestast, at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum aftur øktist í fjør. Størri oljunýtsla er høvuðsorsøkin til økingina.

Monopolstøðan hjá SEV ikki gagnlig
Tað er bara SEV, sum kann selja og veita elorku til endabrúkaran. Monopolstøðan hjá SEV er hvørki gagnlig ella skynsom. SEV eigur tí at verða sundurskilt í eitt framleiðslufelag og eitt netfelag, soleiðis at størri kapping verður um el-framleiðsluna.

Endamálið við at sundurskilja partar av virðisketuni hjá SEV er at tryggja gjøgnumskygni og skipa elmarknaðin soleiðis, at vit fáa lægst møguligar prísir til brúkaran, herundir eisini vinnuliga brúkaran. Tað er ein stórur trupulleiki hjá privatu vinnuni, at tað gongur so seint við grøna orkuskiftinum. Í 2023 var bert helvtin av elorkuni frá varandi orkukeldum.

Kappast við útlendskar fyritøkur
Føroyskar fyritøkur kappast við umheimin og at tað ikki ber til at lækka sítt útlát meir enn eitt vist, ger, at tað verður torførari at kappast við útlendskar fyritøkur, ið hava nærum óavmarkaða atgongd til grøna orku.

Tað er tí alt avgerandi, at politiska skipanin tryggjar, at verulig ferð kemur á at framleiða varandi orku. Skal tað verða lokkandi at reka vinnuligt virksemi í Føroyum, er eitt undirstøðukervi við nóg mikið av grønari og bíligari orku ein fyritreyt. Føroyskar vinnufyritøkur eru størstu kundarnir hjá føroyskum orkuveitarum. Skipaflotin brúkar næstan helvtina av samlaðu oljunýtsluni í Føroyum, meðan vinnufyritøkur á landi brúka meira enn helvtina av samlaðu el-nýtsluni í Føroyum. Serliga fyri skip og fyri ávísar framleiðslufyritøkur eru orkuútreiðslurnar ein týðandi partur av samlaðu útreiðslunum.

Tað hevur tí týdning fyri kappingarførið hjá føroyskum vinnufyritøkum, at orkuframleiðslan er effektiv og at orkukostnaðurin er lágur.

 Kelda: industry.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder