Uttanlands

Veðurlagssakarmál í Strasbourg: Norski staturin fríkendur

Mannarættindadómstólurin í Strasbourg hevur fríkent norska statin í sakarmáli um oljuleiting

2025-10-28 18:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað vóru umhvørvisfólk og -felagsskapir í Norra, sum frá fyrstan tíð løgdu sak móti norska statinum fyri at bróta mannarættindini í sambandi við oljuboringar. Talan var upprunliga at steðga loyvum latin í 23. útbjóðingini á norska landgrunninum. Hetta var í 2017. Umhvørvisfólkini hildu, at tað var í stríð við mannarættindini at bora eftir olju og gassi, og at norskir myndugleikar høvdu ikki gjørt nóg nógv fyri at kanna avleiðingarnar fyri veðurlagið.

Eftir at hava tapt í øllum dómstólum í Norra fóru umhvørvisfólkini víðari til mannarættindadómstólin í Strasbourg við málinum. Hesin hevur nú loksins eftir trý ár tikið endaliga avgerð í málinum og fríkent norska statin. Norska stjórnin er nøgd við dómin, og tað eru umhvørvisfólkini lutvíst eisini, tí tey halda viðmerkingarnar til dómsúrskurðin eisini seta krøv til norskar myndugleikar. 

Norski orkuráðharrin Terje Aasland sigur í eini viðmerking til E24, at dómstólurin ger púra greitt, at norski staturin hevur ikki forbrotið seg í sambandi við oljuboring. Hædd er tikin fyri ávirkan á veðurlagið á ein tryggan og demokratiskan hátt gjøgnum greiðar reglugerðir frá upplating av økjum til framleiðslu.  

Umboð fyri Greenpeace sigur seg vera lutvíst nøgdan við dómin, tí hann ger greitt, at Norra ikki kann góðkenna nýggjar olju- og gassleiðir uttan at meta um altjóða veðurlagsavleiðingar. Hetta hevur týdning fyri eitt annað sakarmál, sum verður viðgjørt í “lagmannsretten” í Norra sigur hann. Talan er um mál at steðga trimum stórum útbyggingum í Norra, Yggdrasil, Breiðablikk og Tyrving. Her skilst, at staturin hevur tapt í einum undirrætti. Umhvørvisfelagsskapirnir halda, at norski staturin hevur ikki gjørt nokk fyri at úgreina avleiðingarnar, sum hesar tríggjar leiðirnar hava á altjóða veðurlagið. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder