Tað er fyritøkan Viking Energy Windfarm, sum stendur verkætlanini. Ætlanin er, at tær mongu myllurnar í hesi risastóru grønu verkætlanini næst í okkara grannalag, Hetlandi standa klárar at fara undir framleiðslu í 2024. Tá kunnu tær framleiða streym, sum svarar til nýtsluna hjá 4 mió. húsarhaldum.
Robert Yeates, verkætlanarleiðari hjá Vestas, sum letur myllurnar, sigur seg vera sera væl nøgdan við arbeiðið higartil.
“Vit eru komin til eitt týðandi vegamót í okkara samstarvi við SSE Renewables, ið er høvuðseigari av vindmylnulundini”, sigur hann við Shetland News.
Um somu tíð sum vindmyllurnar verða settar upp á landi, er full ferð á arbeiðið at leggja ein streymkaðal millum Skotland og Hetland. Hesin verður klárur um umleið somu tíð, sum vindmylnulundin verður tikin í brúk. Ein týðandi partur av allari verkætlanini er umskiftarastøð í Hetlandi, ið skal byggja brýr millum streymkaðalin úr Skotlandi og vindmylnulundina.
Kostnaðurin av vindmylnulundini er umleið 5-6 mia. kr.
Tá vindmylnulundin fer undir framleiðslu verður mett, at hon verður tann á landi í heiminum, sum fer at hava størstu framleiðsluna.
Umframt at skula veita streym til íbúgvararnar í Hetlandi eins og vinnuna har er ætlanin eisini at útflyta streym til Skotlands.
Rosebank keldan liggur 15 kilometrar frá føroyska markinum. Spurningurin er nú, antin hon skal elektrifierast úr Hetlandi ella frá framtíðar havvindmylnulund til havs.
Seinasta nýggja er, at møguliga skal Viking vindmylnulundin vera við til at elektrifisera, veita streym til olju- og gasspallar vestan fyri Hetland. Ein av hesum er komandi útbyggingin av Rosebank oljuleiðini tætt við føroyska markið. Equinor, sum er fyristøðufelag, hevur upplýst, felagið hevur enn ikki gjørt av, hvaðani streymurin til framleiðsluna á Rosebank skal koma frá.
Í hesum sambandi hava umhvørvisfólk mótmælt, at streymurin, sum m.a. skal nýtast av íbúgvunum í Hetlandi, nú eisini skal fara til at halda lív í olju- og gasspallum nærhendis Hetlandi.
Væntandi fara bretskir myndugleikar at geva grønt ljós til nógv umstríddu Rosebank útbyggingina ein av komandi døgunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald