Uttanlands

Vilja áleggja oljufeløgum meiri skatt

Bæði í USA og Bretlandi verður nú tosað um at krevja hægri skatt av oljufeløgum

2022-11-01 16:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Methøgu yvirskotini hjá olju- og gassfeløgum bæði í Evropa og í USA hava skundað undir krøvini hjá politikarum at áleggja hesum feløgum meiri skatt. Nýggja bretska stjórnin fer eftir øllum at døma at hækka eykaskattin, sum hon álegði orkufeløgum fyrr í ár við 5% aftrat, soleiðis at samlaði skatturin oljufeløg skulu rinda verður 70%. Undan korona og krígnum í Ukraina var oljuskatturin 40% tvs. at hann verður hækkaður við 30% í hesum árinum.

[object Object]

Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharri í Bretlandi ætlar, at oljufeløgini skulu rinda uppaftur meira í eykaskatti


Harumframt ætlar nýggi fíggjarmálaráðharin Jeremy Hunt at víðka tíðina við eykaskattinum frá 2025 til 2028. Enn er óvist, um stjórnin fer at halda fram við undantakinum uppá 90% fyri nýggjum íløgum í olju- og gassvirksemi.

Umboð fyri vinnuna halda tað vera sera órímuligt bara at áleggja eykaskatt á ein part av vinnuni. Hvat við bankunum og heilivágsfyritøkum, hví verður ikki eykaskattur lagdur á teirra vinning spyr vinnan.

Vinnan vísir eisini á ta sannroynd, at tað eru nettupp olju- og gassfeløgini, sum rinda mest av skattinum til almennu kassarnar. Ein útrokning vísir, at feløgini hetta seinasta árið hava goldið 700% meira í skatti. At skatturin nú skal hækkast uppaftur meira halda feløgini vera eina sera skeiva gongd. At oljufeløgini eitt tíðarskeið forvinna nógv verður so beint øvugt eitt annað tíðarskeið, tá prísurin fer í botn verður víst á. Stjórarnir í stóru oljufeløgunum Shell og Equinor hava tó ásannað og úttalað, eftir ovurhøgu inntøkurnar í 3. ársfjóðringi, at feløgini hava ábyrgd at rinda meira í skatti í hesum tíðum.

Tað skilst, at stjórnin heldur fast við, at eyka skatturin bara skal leggjast á oljufeløgini, sum hon metir hava  fingið størsta vinningin orskað av príshækkingunum og krígnum í Ukraina. Hon umhugsar tó at taka við feløgini, sum framleiða elorku, og tað eru so eigarar av varandi orkuframleiðslu frá eitt nú vindi og sól. Í nógvum førum vil tað so aftur raka olju- og gassfeløgini, sum seinastu árini hava gjørt stórar íløgur í nettupp vind- og sólorkuvirksemi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder