Tíðindi/Greining. Hann hevur funnist at og aftur og aftur gjørt gjøldur burtur úr og niðurgjørt vindmyllur fyrst í heimlandinum og nú eisini í Evropa. Fyrr í vikuni heitti Donald Trump á bretsku stjórnina um at gloyma alt um vindmyllur og heldur menna olju- og gassvinnuna í Norðsjónum. Nú fær hann av grovfílini frá bretsku vindorkuvinnuni.
-Havvindorka er ein vinnarasøga í Bretlandi. Hon hevur ein týðandi leiklut, nú Bretland í dag fær støðugt størri part av orkuni frá reinum og burðardyggum keldum. Hetta sigur ein talsmaður fyri bretska felagið Energy UK, sum heldur, at vindmyllurnar eru eitt vælsignilsi fyri framtíðar grøna orkuskiftið og fyri bretsku orkutrygdina.
Hann viðgongur tó, sambært bretskum miðlum, at hóast stjórnin fyrst og fremst raðfestir havvindorku, og henda er við at vinna frama í Bretlandi, so standa olja og gass í dag kortini fyri 75% av orkunýtsluni og eru framvegis ein týðandi vinna við meira enn 100.000 fólkum í arbeiði.
Nýggja Labour stjórnin ætlar at gera landið óheft av olju og gassi og heldur gera íløgur í varandi orkukeldur, og av hesum er júst vindorka ein av teimum mest týðandi. Ætlaninar at menna vindorkuna møta tó eisini mótstøðu í pørtum av Bretlandi, har borgararnir rætt og slætt ikki vilja síggja vindmyllur og allar tær atknýttu útbyggingarnar við tilknýti til hesar.
Haraftrat kemur, at kolvetnisvinnan í Bretlandi er farin á barrikadurnar og roynir at sannføra stjórnina um týdningin, sum olja og gass hava og fara at hava fyri bæði orkutrygd og orkutørv sum heild í mong mong ár aftrat. Hon minnir eisini á tey mongu arbeiðsplássini í vinnuni, sum kunnu fara fyri skeyti, um grøna skiftið verður raðfest so høgt, at tað sleppur at leggja fót fyri kolvetnisvinnuni. -Tørvur er á bæði olju og gassi samtíðis sum varandi orkukeldur verða útbygdar sigur felagið hjá orkuvinnuni "Offshore Energies UK".
Fara vit so aftur tvørtur um Atlantshav til álopini hjá Donald Trump á vindmyllur sum orkukelda, so vinna tey ikki frama hjá bretsku Labour stjórnini, sum hevur sett sær fyri at menna vindorkuna bæði á landi og til havs.
Republikanskir statir ágóðan av Biden lóggávu
Hóast komandi amerikanski forsetin er kendur fyri at ynskja vindmyllur, har piparið grør, so fær hann heldur ikki stóra undirtøku fyri sínum sjónarmiði í heimlandinum, har tað nettupp eru statir við republikanskari leiðslu, sum ganga á odda at seta upp vindmyllur, sólkyknur og gera íløgur í elriknar bilar. Hetta kunnu teir orsakað av lóggávu, sum Biden forseti hevur sett í verk.
Joe Biden hevur nevniliga í sínum forsetaskeiði raðfest grøna orkuskiftið og hevur sett lógina “Inflation Reduction Act” í gildi. Henda skal rudda slóð fyri grøna orkuskiftinum við ma. at at gera tað lættari at seta upp vindmyllur. Lógin gevur fyritøkum, sum gera íløgur í varandi orku í USA, skattafrádráttir og hevur hetta skapt grundarlag undir túsundtals nýggjum arbeiðsplássum. Og lagnunnar speisemi eru tað serstakliga sonevndir republikanskar statir sum Michigan og Texas, sum hava notið fyrimunirnar av nýggju Biden lógini samtíðis sum komandi republikanski forsetin hevur hevur hótt við at taka í hernað móti ølllum tí umrødda lóggáva stendur fyri.
Eygleiðarar siga, at verður torført hjá komandi forsetanum at venda hesi gongdini, hóast hann aftur og aftur í valstríðnum hevur sagt seg vilja steðga eitt nú vindmyllunum, sum tað nú vísir seg, at nógvir av hansara egnu veljarum hava ágóðan av.
Somu eygleiðarar siga eisini, at tað annars ikki er nøkur loyna, at ein høvuðsorsøkin til, at Trump ikki orkar fyri vindmyllum, stavar frá hansara egna privata golfvølli í Skotlandi, har hann í síni tíð fór í hernað móti uppseting av vindmyllum nærhendis golfvøllinum. Hesar vóru við at minka um virðið av hansara íløgum.
Biden bannar oljuvirksemi í strandaøkjum
Stríðið um amerikonsku orkuframtíðina heldur annars fram, hóast tað einans eru góðar tvær vikur til forsetaskiftið. Biden ætlar sær ikki at geva skarvin yvir, tó at Trump skjótt tekur yvir. Hann ætlar at gera tað trupult fyri ikki at siga ómøguligt hjá Trump at liva upp til síni vallyfti til oljuvinnuna og hevur í hesum sambandi sett í gildi eina skipan, sum skal banna olju- og gassvinnuni at fara undir leiting og framleiðslu á stórum strandaøkjum í øllum USA. Hetta kemur sera óvart á kolvetnisvinnuna, sum hevur sæð fram til eina bjartari framtíð við Trump til róðurs. Nú hóttir Trump so við at leggja fót fyri umrøddu skipan, tó at tað ikki verður lætt.
Hóast henda seinasta atgerðin hjá Biden er illa lýdd millum mongu olju- og gassfeløgini í USA, so er eisini greitt, at hon fer ikki at hava ávirkan á verandi olju- og gassøki, har kolvetni longu verða framleidd. Her hevur Trump lovað kolvetnisvinnuni fríar teymar at økja um olju- og gassvirksemið.
Seinasta orðið í tí stóra og týðandi orkumálinum er tó neyvan sagt, hóast boðini frá komandi forsetanum eru greið. Tað fer í hvussu er at vera ein trupul uppgáva hjá Trump at venda gongdini og stegða grøna skiftinum í eitt nú teimum statum, har hansara egni republikanski flokkur hevur leiðsluna.
Fleiri eygleiðarar rokna við, at Trump fer at verða noyddur til at halda fram á grønu kósini á orkuøkinum, sum Biden hevur sett út í kortið, tó at hann um somu tíð fer at gera tað hann kann fyri eisini at halda dyrnar opnar fyri olju- og gassvinnuni.
Keldur: The New York Times, Financial Times, E24 og Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald