Uttanlands

Zelenskyj: Øll eiga at lurta eftir USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur heitt á Nato-lond um at gevast við at keypa olju úr Russlandi, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vil hava fleiri lond at koma við revsitiltøkum, sum kunnu leggja trýst á Russland

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-09-14 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir

Tað er neyðugt at minka um nýtsluna av russiskari olju, og tað fer at gera tað torførari hjá Russlandi at føra kríggj, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í dagføring á sosiala miðlinum X.

– Vit kunnu hoyra sjónarmiðini hjá USA, og hesi sjónarmið eiga at verða hoyrd av øllum, sum framvegis velja veitingar úr Russlandi framum onnur lond, skrivar hann.

Ukrainski forsetin vísir til fráboðanina hjá amerikanska starvsbróðir hansara, Donald Trump, sum hevur heitt á Nato-lond um at gevast við at keypa russiska olju.

Trump segði seg vera til reiðar at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi, um Nato-lond gevast við at keypa russiska olju.

Zelenskyj sigur, sambært Ritzau, at tað ber til at leggja trýst á russiska forsetan, Vladimir Putin og fáa ein enda á krígnum í Ukraina, um fleiri lond seta í verk revsitiltøk móti Russlandi.

– Eg heiti á allar samstarvsfelagar um at gevast at leita eftir umberingum fyri ikki at koma við revsitiltøkum, sigur hann.

– Revsitiltøk eru ein partur av leiðini móti friði, sum vit øll skulu fyglja. Ynskir Putin ikki frið, má hann tvingast til tað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald