2024-01-01 13:40
Hetta vísir ein spildurnýggj kanning í Skotlandi, nú farið er inn í eitt valár, har orka eftir øllum at døma fer at hava sera høga ráðfesting. 60% av teimum spurdu halda, at virksemið hjá mongu orkufeløgunum, ið arbeiða í Norðsjónum, hava positivan týdning fyri búskapin. Tá hetta er sagt, so vísir kanningin eisini, at skotar standa rættiliga spjaddir, tá tað kemur til nýggja olju- og gassleiting, hóast vinnan í Skotlandi talar fyri, at meiri leiting kann vera við til at minka um innflutningin av orku.
Tá talan er um grøna orkuskiftið og menning av varandi orku, siga 65% seg taka undir við menning av havvindorku, meðan 61% taka undir við vindorkuútbyggingum á landi. 55% av teimum spurdu siga, at skatturin og vinningurin frá olju- og gassvirkseminum í Norðsjónum eigur at verða brúkt sum íløgur í varandi orku við málinum at røkka netto-null útláti.
Væntandi fara orkuspurningar at fylla nógv í komandi valstríði í 2024, har roknað verður við, at Labour fer at vinna við stórum meiriluta eftir at hava verið í andstøðu í meira enn 10 ár.
Støðan til framtíðar orkupolitikkin í bæði Skotlandi og Bretlandi sum heild er rættiga ymisk alt eftir, hvar tú býr í landinum. Serstakliga á norðureystursíðuni í Skotlandi er stórur meiriluti fyri at varðveita og menna traditionellu olju- og gassvinnuna.
Hóast hetta hevur skotska stjórnin við SNP og teimum grønu við valdið, verið rættiliga negativ mótvegis framtíðar olju- og gassvinnuni. Kortini er tað í síðsta enda stjórnin í London, sum hevur avgerandi orðið, tá talan er um olju- og gassvinnuna og fyri tað orkuvinnuna sum heild.
Konservativa stjórnin undir leiðslu av Rishi Sunak, forsætisráðharra hevur gjørt púra greitt, at alt skal gerast fyri at menna olju- og gassvinnuna í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar til tess at tryggja orkutrygdina eins og gera Bretland minni heft at innflutningi úr eitt nú einarætislondum so sum Russlandi og Saudi Arabia.
Í løtuni er eitt uppskot um at hava árligar útbjóðingar til leiting eftir olju og gassi til viðgerðar í parlamentinum. Hesar hava verið lagdar á ís í nøkur ár, men ætlanin er nú at taka tær uppaftur. Hetta vekir mótstøðu frá andstøðuni og eisini pørtum av konseravativa flokkinum.
Skotska stjórnin undir leiðslu av SNP flokkinum arbeiðir í løtuni við eini orkustrategi, sum helst fer at ganga ímóti olju og gassi eftir tí eygleiðarar vilja vera við. Hon verður løgd fram í summar skrivar Energy Voice. Hóast slíka er væntandi, at konservativa bretska stjórnin fer at halda fram við sínum jaliga politikki mótvegis olju- og gassvirksemi.
Í farnu viku fanst stjórin í orkufelagnum Ithaca Energy, sum er partur av stóru Rosebank útbyggingini við føroyska markið, hvassliga at fyrsta ráðharranum í Skotlandi, Humza Yousaf fyri alment at hava funnist at góðkenningini av Rosebank útbyggingini, uttan at taka hædd fyri mongu arbeiðsplássunum henda fer at hava við sær.
Seinasta meiningarkanningin, sum vísir, at stórur partur av skotum ynskja at varðveita og menna olju- og gassvinnuna, fer uttan iva at fylla nógv í komandi orkukjakinum í Skotlandi. Bæði myndugleikar og vinnulívið vilja hava eitt opið og breitt orðaskifti um framtíðar orkupolitikkin í Skotlandi undan valinum komandi vetur. Og her verða íløgur í varandi orku eins og menning av olju- og gassvinnuni at standa frammaliga í kjakinum.
Avgerð skal eisini takast um at útbyggja elnetið fyri sera stórar upphæddir til tess at kunna lofta stóru útbyggingunum av varandi orku eitt nú í vindmyllur. Enn ein partur av orðaskiftinum fer at snúgva seg um at broyta skattaskipanina, soleiðis at hon ger tað meira hugaligt at gera íløgur á bretska landgrunninum eins og í varandi grøna orku.
Enn ein týðandi partur av skotska orkukjakinum er ætlanin hjá skotsku stjórnini at “fasa” út gass- og oljufýr frá 2045. Tá skotar vórðu spurdir um tað í kanningini søgdu 56%, at til ber ikki at røkka hesum máli innan 2045. Heldur ikki tá talan er um at sleppa heilt av við olju- og dieselbilar innan 2030 halda 70% ikki, at tað er møguligt.
42% av teimum spurdu halda ikki, at verandi fyrsti ráðharrin í Skotlandi rekur tann rætta politikkin til tess at gera Skotland til “the Net Zero Capital of the World. 28% tóku undir við hansara politikki. Tá talan er um kjarnorku halda 32% tað vera skeivt at útbyggja meira kjarnorku, meðan 38% eru fyri hesum orkuslagnum.
Greinarar av kanningini siga, at meðan leiðandi politikarar í Skotlandi venda olju og gassi bakið, so er støðan hjá skotum sum heild meira pragmatisk tvs. at fólk flest síggja fyri sær eina bæði grøna og svarta framtíð um somu tíð, sum skundað verður undir grøna orkuskiftið. Skotar eru góðir við gomlu olju- og gassvinnuna, sum hevur borið so nógvan vøkstur við sær í Skotlandi og fer at gera tað í mong ár aftrat. Eisini hevur tað stóran týdning fyri nógvar skotar, at landið skal vera minni heft at øðrum londum, sum framleiða orku við meiri útláti og sum eru stýrd av einaræðisharrum.
Skotski orkuráðharrin Gillian Martin sigur í eini viðmerking til kanningina, at tað hevur alstóran týdning, at stjórnirnar í bæði Skotlandi og Bretlandi arbeiða saman til tess at røkka teimum bestu orkumálunum fyri at røkka netto-nul útláti. Hetta skal verða gjørt rætt og skilagott og skulu vit røkka veðurlagsmálinum við at tryggja eitt rættvíst grønt orkuskifti, sum eisini tekur við olju og gassvinnuna, nú tilfeingið har fer at minka sum frálíðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald