At røkka málunum í Parísavtaluni er ein óvanliga stór avbjóðing og fer at krevja, at bæði myndugleikar, ídnaðurin, íleggjarar og brúkarar halda fram við at samarbeiða og plikta seg til at vera partur av gongdini, sigur Anders Opedal, sum er samtaksstjóri í Equinor. Hann sigur hetta í sambandi við, at Equinor júst hevur latið gera eina spildurnýggja frágreiðing um orkuútlitini í heiminum.
Orsakað av óvissu, sum m.a. stavar frá krígnum í Ukraina, arbeiðir Equinor við tveimum tíðar-scenarium, tó uttan at hesi skulu sklijast sum forsøgnir. Øðrumegin verður tosað um “Múrar”, (Walls), sum merkir eini gongd, ið fylgir dagins broytanartilgongd, men endar við ikki at røkka 1,5 stig málinum. Hitt er “Brúgvar”, “Bridges”, sum vísir, hvørjar ógvusligar broytingar skulu til fyri at røkka veðurlagsmálinum.
Í frágreiðingini verður tí tosað um eina seina men stigvísa broyting, sum eyðkennir orkuskiftið vit kenna í dag og síðani eina øking, sum er neyðug fyri at røkka veruligum broytingum, ið eru neyðugar fyri at flyta heimin á eina veruliga burðadygga leið.
Anders Opedal, samtaksstjóri í Equinor.
Í tí partinum, har málið verður rokkið, sær Equinor fyri sær, at eftirspurningurin eftir olju og gassi røkkur evstamarkinum longu í 2025, og fer eftir tað at minka skjótt. Um vit fylgja hinum partinum í frágreiðingini, har verandi gongd heldur fram, uttan at málið verður rokkið, væntar Equinor, at eftirspurningurin kemur í hæddina í 2026. Hareftir fer hann at minka. Í hesum partinum kemur eftirspurningurin eftir gassi ikki í hæddina fyri enn í 2041 og fer at verða 10% hægri enn dagsins støði í 2050. Broytingin gongur ikki nóg skjótt verður sagt.
Áðrenn 2050 fer øll írestandi nýtslan av fossilum brennievnum antin at minka nógv ella heilt - ella fangan og goymsla av CO2 fer at koma ístaðin. Um somu tíð verður roknað við, at eftirspurningurin eftir gassi fer at minka við einum fjórðingi við dagsins støði í 2050.
Hetta sera framsøkna málið vísir, hvussu risastórar avbjóðingar heimurin fer at hava. Tøkniliga ber til at røkka hesum, men um tað eisini letur seg gera í veruleikanum og fíggjarliga og er sølubart fyri veljararnar, tá allar avleiðingar og ábendingar eru greiðar, má so vera upp til almenna kjakið at avgera skriva greinararnir hjá Equinor m.a.
Frágreiðingin kann lesast á heimasíðuni hjá Equinor: equinor.com
https://www.equinor.com/no/presserom/presentasjon-av-energy-perspectives-2022
Keldur: Equinor, E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald