Uttanlands

Norðmenn ætla at byggja kjarnorkuriknan rækjutrolara

Rækjufyritøkan Stella Polaris og Institutt for Energiteknikk kanna í løtuni møguleikan fyri at seta ein kjarnorkuriknan mikroreaktor í trolarar

Enn finst eingin  tekning av nýggja kjarnorkurikna trolaranum, men hann fer at líkjast trolaranum Granit av somu stødd.

Enn finst eingin  tekning av nýggja kjarnorkurikna trolaranum, men hann fer at líkjast trolaranum Granit av somu stødd.

2022-08-23 21:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Í sambandi við grøna orkuskiftið verður arbeitt við nógvum ymsum ætlanum at skifta út olju og diesel við grønari og reinari brennievni, sum hava minni ella einki CO2 útlát. M.a. verður arbeitt við vetni, ammoniak og metanol fyri bert at nevna nøkur.

Men eisini kjarnorkurikin skip eru á skránni. Eitt nú í Norra. Har verður nú kannað, um til ber at byggja framtíðar trolarar, sum kunnu verða riknir við kjarnorku.

Í byrjanini varð hugsað um vetni men funnið varð fram til, at vetni og onnur gassir ikki kunnu nøkta tørvin hjá hesum trolaranum sigur Robert McDonald, verkfrøðingur í fyriutøkuni Ife, sum arbeiðir við vetni, sambært Teknisk Ugeblad.

So var tað, at hugskotið kom til at seta uranriknar mikroreaktorar umborð á ein rækjutrolara. Endamálið var at skerja CO2 útlátið. Bæði vetni, ammoniakk og metanol vóru umrødd sum møguligar null útlátsloysnir, men rækjutrolarar tørvar so mikið nógv brennievni, at tað er ikki nóg mikið av plássi umborð. Tí kom tankin um at brúka kjarnorku sum einastu gongdu leiðina. Partarnir hava latið Granskingarráðnum inn tekningar og skulu søkja um 80 mió. kr. í stuðuli til verkætlanina í september skrivar www.tu.no. Aftrat hesum hava stigtakararnir fingið við sær í verkætlanina Sjøfartsdirektoratet, Kongsberg Maritime og reiðaríið  Halstensen. 

Hóast tað sum er bert eru virknir fiskimenn, sum kunnu eiga fiskirættindi, so hevur ídnaðarfyritøkan Stella Polaris fingið lisens til at eiga og reka tveir rækjutrolarar fyri at tryggja nokk av tilfeingi til rækjuverksmiðjuna í Suður-Troms. Ætlanin er at byggja tveir nýggjar trolarar innan fimm ár. Og innan 2030 at hava sett kjarnorkureaktorar upp umborð.

Rækjuveiða verður mett at vera tað slagið av fiskiveiði við mest útláti, og ætlar ES at merkja matvørur, sum eru burðardyggar, og tá kann tað raka rækjuvinnuna hart. Tí royna tey í Stella Polaris longu nú at fyrireika seg til grøna skiftið. 

Teir stóru rækjutrolararnir, upp til 80 metrar, sum fiska í Barentshavinum og við Svalbard, brúka trol, sum krevja nógva orku, og teir brúka ein litur av diesel fyri hvørt kilo av veiddum rækjum. Hetta er ikki burðardygt.

Verður tosað um ammoniakk sum loysn, so krevur tað tríggjar ferðir meira goymslupláss sum diesel. Fiskivinnan sleppur sum er undan at rinda CO2 skatt, men hetta fer at verða broytt. 

Mikroreaktorurin, sum skal setast í rækjutrolara er á stødd við ein konteynara og vigar 150 tons. Hann skal kunna framleiða 10MW. Harvið er hesin reaktorurin munandi minni enn teir smáu moduleru reaktorarnir SMR, sum skulu rekast við thorium. SMR er loysnin, sum m.a. Ulstein ætlar at brúka í sínum Thor-konsepti. Teir skulu framleiða 300 MW. 

Ì fyrstu atløgu skulu rækjutrolarar á tekniborðið og vera so mikið stórir, at teir kunnu rúma einum kjarnorkureaktori. Tað er fyritøkan McDonald, sum við sínum 25 ára royndum við amerikanskum hernaðarskipum, skal standa fyri kanningunum og verkætlanini. Her heldur man, at Norra kann gerast undangonguland við kommersiellum kjarnorkuverkum innan sjóvinnuna, um so er at henda royndarverkætlanin eydnast. Í dag eru kjarnorkurikin krígsskip ikki ókend í norskum sjógvi. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder