Innanlands

- Vit mugu elektrifisera skulu vit blíva grønari

-Elektrifisering er avgjørt vegurin fram, men tað gongur ov seint at fáa brúkarar at skifta bæði tá talan er um flutning, upphiting oa. Ein atferðarbroyting skal til og helst er tað besta til at røkka henni pískur og gularót. Vit mugu hava eitt CO2avgjald, sum er oyramerkt til ta grønu umleggingina. 

Bogi Bech Jensen: Eitt CO2 avgjald í Føroyum  er tann besta loysnin til at røkka longur í grøna orkuskiftinum, men man má tá  tryggja sær, at inntøkurnar frá hesum avgjaldi fara til ta grønu umleggingina soleiðis, at man ikki verður bundin av, at fólk brenna olju.

Bogi Bech Jensen: Eitt CO2 avgjald í Føroyum  er tann besta loysnin til at røkka longur í grøna orkuskiftinum, men man má tá  tryggja sær, at inntøkurnar frá hesum avgjaldi fara til ta grønu umleggingina soleiðis, at man ikki verður bundin av, at fólk brenna olju.

2024-11-26 17:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað heldur Bogi Bech Jensen, sum er tekniskur stjóri fyri termisku verkini hjá orkufelagnum Ørsted í Danmark. Á orkuráðstevnuni “Varandi Heimur” í Vágum herfyri segði hann seg ikki umboða Ørsted men seg sjálvan sum vanligan  streymbrúkara í Føroyum.

[object Object]

Bogi Bech Jensen er sannførdur um, at  elektrifisering er vegurin fram. Vit mugu elektrifisera skulu vit blíva grønari. -Vit settu okkum mál í 2011 um, at elnetið skuldi vera 100% grønt í 2030, og tá hevði man ein orkulut, sum var 60% í streymi, og í fjør var hann lækkaður til 50%, so tað gongur ikki so væl. Einki tekin er heldur um,  at CO2 útlátið í Føroyum minkar. Og heldur eingi tekin eru um, at vit røkka málinum. Spurningurin er tí, um man skal  gera meira av tí sama ella okkurt annað.

Sjálvur heldur Bogi Bech Jensen, at man skal gera okkurt annað. -Vit hava eina ætlan um at gera alt elnetið grønt og so ikki nógv meira út um tað. Vit mugu hyggja eftir tí samlaða útlátinum í Føroyum og ikki bara eftir elnetinum.

Elektrifisering er avgjørt vegurin fram, men tað gongur ov seint at fáa brúkarar at skifta bæði tá talan er um flutning, upphiting osfr. Tvs. at ein atferðarbroyting skal til, og helst er tað besta til at røkka henni bæði pískur og gularót.

[object Object]

Hann vísir á, at orsøkin til at útlátið er so høgt, er tí vit brúka so nógva olju. -Skulu vit minka um oljunýtsluna, so skal tað vera óstuttligt at brenna olju. Hava vit eitt CO2 avgjald, sum er oyramerkt til ta grønu umleggingina, og t.d. koyrir eina krónu á hvørt útlátskilo av CO2, so hava vit eina  mia. at spæla við. Tað kann sjálvandi vera øgiliga freistandi at brúka tað til sjúkrahús, skúlar,  tunlar og vegir oa. men so verður tú bundin av tí. Vit eru longu bundin at verandi oljuavgjaldi, sum fer beint  í landskassan. Tað merkir, at  landsins mynduleikar hava óbeinleiðis brúk fyri,  at vit brenna olju.

Leggja vit so eitt CO2 avgjald á,  so má tað vera  100% er oyramerkt til  at figgja og stuðla tí grøna orkuskiftinum.  

Bogi Bech Jensen spyr síðani, hvat vit skulu brúka hesa milliardina til og svarar, at hon skal brúkast til nakað, sum riggar. Brúkast til nakað, sum vit longu vita riggar.

[object Object]

Vit skulu spara orku

Hann vísir her fyrst og fremst á, at vit skulu spara og brúka minni av orku. Tað hevur mest at siga. Tað riggar. Tá man hevur gjørt tað, skal alt frá upphiting til flutning elektrifiserast. Vit mugu brúka minni, og tað vit brúka skal vera elektriskt.  Á framleiðslusíðuni vita vit longu, at tað riggar við vatnorku, vindorku og sólorku.  

Men vit mugu eisini ansa eftir, hvussu vit útbyggja. Vit kunnu ikki bara koyra vind út á netið. Vit hava nógva vind- og vatnorku um veturin og nakað væl minni um summarið. Hetta merkir, at um vindorka skal dekka okkara nýtslu um summarið, er ein øgilig rúgva av vindorku, sum vit ikki fáa fatur á um veturin, men sum vit enn gjalda fyri. Tí má nøkulunda samsvar vera millum vindmyllurnar vit installera og orkunýtsluna. Á nýtslusíðuni er upplagt at fáa upphiting elektrifiserað antin við hitapumpum ella við elupphiting av fjarhita, tí um veturin hava vit brúk fyri meira orku til upphiting, og um veturin hava vit væl meira vindorku.

[object Object]

Ein onnur orkukelda, sum eisini fylgir árinum er sólorka, og hon er úti av fasu við vind og vatn, har vit hava mest sólorku um summarið og næstan einki um veturin. Tað er tí upplagt at installera sólorku nú. Um summarið verður nógv olja brúkt til elframleiðslu, og tað er júst tá vit hava nógva sólorku tøka, tí hevði 10 MW av sólorku gjørt okkum munandi meira grøn enn, um vit nú installeraðu 10 MW av vindorku.

[object Object]

[object Object]

Solidarisk – bæði út og inn

Bogi Bech Jensen telist millum teirra, sum eru meira ivasom um útbygging av vindorku til havs. Hann vónar ikki, at tað verður neyðugur partur av framtíðar orkuútbyggingini í Føroyum. Høvuðsgrundin til, at man fer til havs við vindmyllum er stóra mótstøðan móti vindmyllum á landi.  At tey í øðrum londum gera stórar íløgur í havvindorku er nettupp, tí mótstøðan á landi er so stór.


-Vit hava eina solidariska skipan, har øll  fáa sama streym og betala tað sama. Men skipanin má eisini vera solidarisk á veg inn á elnetið. Tað nyttar ikki, at einstaklingar, felagskapir ella einkultar kommunur kunnu siga: “Vit skulu ikki útbyggja grønar orkukeldur her, tí her er so serligt”. Tað mugu vera landsmyndugleikarnir,  sum siga og taka avgerð um, hvussu orkukeldurnar skulu útbyggjast kring landið og fáa bæði umhvørvisstovu, SEV og náttúruvernd at taka støðu til, hvussu og hvar framtíðar orkuskipanin skal byggjast út. Gera vit ikki tað, so enda vit við sera kostnaðarmiklum útbyggingum, tí vit ikki fáa brúkt tey uppløgdu plássini og mugu fara til havs.

[object Object]

Bogi Bech Jensen dylur ikki fyri, at hann heldur eitt CO2 avgjald í Føroyum  er tann besta loysnin til at røkka longur í grøna orkuskiftinum, men man má tá  tryggja sær, at inntøkurnar frá hesum avgjaldi fara til ta grønu umleggingina soleiðis, at man ikki verður bundin av, at fólk brenna olju.

[object Object]

Myndir Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder