Uttanlands

Afrika slept uppá fjall í veðurlagspolitikkinum

Í hesum døgum eru 18.000 umboð og 30 statsleiðarar úr Afrika á klimaráðstevnu í høvuðsstaðnum í Kenya, Nairobi, har tey fyrireika seg til komandi ST COP28 ráðstevnuna seinni í ár. Afrika er hart rakt av veðurlagsbroytingum, sum ríki heimurin eigur ábyrgdina av. Men tey ríku londini aftra seg við at stuðla Afrika í grøna orkuskiftinum.

2023-09-05 17:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um fyrstu ráðstevnu á slíkum slag í Afrika. Hvussu ávirka klimabroytingarnar Afrika og hvussu slepst undan ringastu avleiðingunum av teimum og hvør skal rinda eru mál ovast á breddanum at viðgera á ráðstevnuni í Nairobi. Endamálið er eisini at finna rætta boðskapin at hava við sær til stóru ST veðurlagsráðstevnuna COP28 í Dubai í Sameindu Arabisku Emeratunum í november í ár.

Afrika er í teirri støðu, at landið er sera hart rakt av veðurlagsbroytingunum og hevur Afrika sera avmarkaðar møguleikar at fyribyrgja og standa ímóti avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum, hvørs turki og skerpingur gera sera nógv um seg.

Meira enn 110 mió. íbúgvar í Afrika eru beinleiðis raktir av veðurlagsbroytingunum veit norska NRK at siga frá. Høvuðsspurningurin er, hvussu hesi skulu tillaga seg broytingarnar, sum tey ikki sjálvi eru orsøkin til.

Á fleiri undanfarnum ST veðurlagsráðstevnum hevur spurningurin um hjálp til Afrika at gerast partur av grøna orkuskiftinum við eitt nú íløgum og beinleiðis stuðuli til londini í hesum heimspartinum verið fremst á skránni. Men tað er so ikki blivið til meira en orð og lyfti. Ein boðskapur, sum uttan iva fer at koma fram á ráðstevnuni í Kenya í hesum døgum, er enn einaferð at minna ikki minst ríku londini í Vesturheiminum, sum standa fyri mesta av útlátinum og harvið orsøkini til ringu støðuna í Afrika, at halda síni lyfti og veita beinleiðis stuðul.

Hóast Afrika er sera ríkt uppá varandi orkukeldum so sum bæði vind, sól og vatnorku, so gongur tað seint hjá íleggjarum í umheiminum at gera íløgur í Afrika.

Tey ríkaru londini vilja skógarhøggingini í heiminum til lívs fyri at steðga CO2 útlátinum, og her er Afrika í teirra støðu, at nógvir íbúgvar vinna til  lívsins uppihald við at høgga skógirnar niður og brúka tær til brenni. Skal henda gongdin steðgast, so má okkurt annað koma ístaðin.

Millum luttakararnar á ráðstevnuni í Naroibi er eisini ST aðalskrivarin António Guterres. Hann heitti í síni røðu á ríkasta partin av heiminum um at stuðla Afrika umframt at hjálpa Afrika við at menna varandi orkukeldur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder