Nú oljuvirksemið vestan fyri Hetland alsamt nærkast føroyskum sjóøki, soleiðis at tað í dag er bert fáar kilometrar frá markinum, eru føroyskar fyritøkur farnar í arbeiðsklæðini og banka uppá dyrnar hjá oljufeløgunum, sum arbeiða á Atlantsmótinum.
Hetta kom ítøkiliga til sjóndar fyri stuttum, tá tríggjar veitingarfyritøkur til altjóða oljuvinnuna, fóru á kanningarferð til skotska oljuhøvuðsstaðin Aberdeen.
Endamálið við ferðini, sum var í døgunum 1. til 5. oktober, var fyrst og fremst at hitta umboð fyri tey oljufeløgini, ið arbeiða eystan fyri føroyska markið, og har greiða frá teimum vørum og tænastum, sum Føroyar við tess fjølbroyttu og mongu veitingarfyritøkum kunnu bjóða altjóða oljuvinnuni í hesum økinum.
Tær tríggjar fyritøkurnar, sum vóru við í ferðalagnum, vóru Mest, Magn og Faroe Ship, umboðað av ávikavist Richard Mortensen, Leif Hovgaard og Jonhard Johannesen. Við á ferðini sum duraopnarar til oljufeløgini vóru eisini tvey umboð fyri FOÍB, stjórin Jan Müller og tess umboðsmaður í London, Louis Wilson. Eisini var Áki Johansen, føroyskur sendimaður í London, partur av ferðalagnum.
Vitjaðu 6 oljufeløg
Føroyska ferðalagið náddi hesar dagarnar at vitja ikki færri enn 6 oljufeløg, sum øll arbeiða eystan fyri føroyska markið. Hesi vóru Shell, BP, Total, Siccar Point Energy, CnoocNexen og Faroe Petroleum. Á fundunum hittu tey umboð fyri bæði veitingarpartin og útbygging (Supply Chain) og fyri sjálva leitingina.
Richard Mortensen, marknaðarleiðari í MEST samtakinum, hevði vegna ferðalagið framløgu fyri oljufeløgunum, sum tóku sera væl ímóti boðskapinum um Føroyar sum veitingardepil til vaksandi virksemið eystan fyri markið. Nú oljuvinnan er komin so langt vestur og norður móti Føroyum, hevur hon áhuga í at vita, hvørjar tænastur Føroyar kunnu veita og sum kunnu vera við til at gagna teirra verkætlanum.
Oljufeløgini arbeiða nú so nær Føroyum, at tað í nógvum førum er stytri at koma til Føroya og keypa vørur og tænastur heldur enn at fara til Hetlands ella Skotlands. Undir framløguni legði Richard Mortensen stóran dent á at varpa ljós á samlaðu og fjølbroyttu føroysku veitingarvinnuna, og í hesum sambandi legði føroyska ferðalagið eisini fram fyri oljufeløgini ymsar kunnandi faldarar um fleiri av føroysku vinnufyritøkunum, ið bjóða seg fram til altjóða oljuvinnuna. Her var m.a. stórur áhugi fyri Atlantic Supply Base í Runavík og Shefa-verktætlanini hjá Føroya Tele.
Vaksandi virksemi vekir ans í Føroyum
At altjóða oljufeløg, sum hava verið sera virkin í Norðsjónum seinastu fimti árini, nú av álvara venda sær móti økinum millum Hetland og Føroyar og vilja gera íløgur her, hevur sum vera man sjálvandi eisini vakt stóran ans í Føroyum, bæði hjá myndugleikunum og vinnuni.
Undir vitjanini í Aberdeen var varð eisini høvi hjá føroyingum at hoyra oljufeløgini greiða frá sínum virksemi eystan fyri Føroyar, og hvørjar ætlanir tey hava á tekniborðinum komandi árini. Nøkur av feløgunum eru so mikið bjartskygd og eisini opinskarað um sínar framtíðar ætlanir nær føroyska markið, at tey dylja ikki fyri, at tey longu nú eru farin at hyggja at føroyska grannalagnum eisini, hvat kann goyma seg her.
Vitjaðu víða
Vitjað varð eisini hjá felagsskapinum ”Oil and Gas UK”, sum umboðar øll oljufeløgini og veitingarfeløgini í Bretlandi. FOÍB hevur sum fyrsta felag uttan fyri Bretland fingið atlimaskap í hesum stóra felagsskapinum, ið telur meira enn 300 fyritøkur við nærum 400.000 limum. Hetta felagið, sum eisini umboðar øll tey oljufeløgini, ið nú arbeiða nær við markið, vil fegið vera við til at byggja brýr millum Føroyar og Bretland, og tað merkir so eisini at stuðla uppundir royndirnar hjá føroyskum fyritøkum at vera partur av vaksandi virkseminum vestan fyri Hetland.
Á ferðini vitjaðu umboðini fyri FOÍB saman við føroyska sendimanninum í London eisini á høvuðsborgini hjá ”OGA, Oil & Gas Authority”, sum stendur fyri leitiútbjóðingum á bretska landgrunninum. Stovnurin hevur annars samstarv við Jarðfeingi m.a. í sambandi við útbjóðingar báðumegin markið millum londini. Undir vitjanini fingu føroysku umboðini eina gjølliga kunning um støðuna á bretska landgrunninum umframt framtíðar leiting og verkætlanir í føroyska nærumhvørvinum.
Undir vitjanunum í Aberdeen nýtti føroyski sendiharrin í London høvi til at greiða bæði oljufeløgum og myndugleikum frá framtíðar leitiætlanum á føroyska landgrunninum og segði, at arbeitt verður við at tillaga partar av føroysku útbjóðingar- og leititreytunum, soleiðis at tær líkjast teimum, sum eru galdandi í Bretlandi. Hetta við tí fyri eygað at økja um áhugan hjá oljufeløgunum fyri føroyska økinum eisini.
Væl nøgdur við úrslitið higartil
Leif Hovgaard, sum tók stig til ferðina til Aberdeen, er væl nøgdur við úrslitið. Hann vónar, at henda ferðin kann gerast enn eitt grundarlag hjá allari føroyskari veitingarvinnu at bjóða seg fram sum veitara til vaksandi virksemið á Atlantsmótinum.
”Vit vóru sera væl móttiknir, og eg havi eina kenslu av, at útlendsku oljufeløgini veruliga hava fingið eyguni upp fyri teimum møguleikum, sum Føroyar kunnu bjóða teimum, nú vinnan otar seg longur og longur vestur- og norðureftir.
Tað var eisini sera hugaligt hjá okkum at fáa eina hjálpandi hond frá FOÍB, sum jú hevur tætt tilknýti til fleiri av oljufeløgunum. Vit, sum arbeiða í vinnuni, eru eisini sera takksamir fyri alla ta hjálp og stuðul vit kunnu fáa frá okkara sendistovu í London, og var tað einki minni enn hugvekjandi og tryggjandi at hava sjálvan sendimannin við á hesi ferðini. Tað vísir, hvussu týdningarmikið tað er fyri Føroyar og føroyska vinnu, at tað privata og tað almenna vita av hvørjum øðrum og kunnu arbeiða saman til frama fyri eini góðari felags søk”, sigur Leif Hovgaard frá Magn, sum eisini er nevndarlimur í Oljuvinnufelagnum.
Rudda slóð fyri vinnuni sum heild
Richard Mortensen frá Mest, sum javnan er á ferð í útlondum vegna fyritøkuna, heldur, at henda vitjanin kann vera við til at rudda slóð fyri føroyskum veitaraumhvørvi sum heild.
”Nú vit hava fingið ein hóp av kontaktum við tey røttu fólkini hjá oljufeløgunum fara vit miðvíst at arbeiða víðari við hesum og kunna og taka vinnuna sum heild við uppá ráð. Nú ræður um at varðveita og troyta sambondini vit hava fingið, soleiðis at tey kunnu koma at gagna allari tí fjølbroyttu føroysku veitingarvinnuni.”
Sendimaðurin fegin um samstarv
Áki Johansen, sendimaður, sigur í stuttari viðmerking, at hann fegnast um, at vinnan í Føroyum tekur stig til at vitja bretska marknaðin, og at sendistovan fegin vil vera við til at byggja brýr. Hann sær stórar framtíðar møguleikar fyri bæði føroyskar tænastufyritøkur eins og fyri føroyska samfelagið sum heild við stóra virkseminum eystan fyri Føroyar.
Jan Müller, stjóri í FOÍB, er eisini fegin um ferðina. Hann heldur fyri, at ferðin hepnaðist sera væl og kann vera gott grundarlag fyri víðari arbeiði. Hann sigur, at FOÍB til eina og hvørja tíð er opið fyri øllum góðum uppskotum, ið kunnu ganga vinnulívinum á møti í tess royndum at koma á tal við útlendsku oljufeløgini, sum arbeiða við markið. FOÍB vil fegið gera brúk av teimum sambondum tað hevur við altjóða oljufeløg og myndugleikar av ymsum slag í royndunum at varpa ljós á føroyska veitingarvinnu.
”Vit vóru so væl móttikin sum hugsast kann og ikki minst av teimum røttu fólkunum, og tað er greitt, at oljufeløgini, sum síggja so stórt í framtíðar leiting og útbyggingum á Atlantsmótinum, eisini hava Føroyar á radaranum, bæði hvat veitingum og leiting viðvíkur. Eg ivist ikki í, at Føroyar sum partur av Atlantsmótinum aftur eru á gáttini til eina nýggja oljuøld. ”
Stjórin í FOÍB heldur tað eisini vera sera hugaligt at kunna fylgja við, tá vinnan og tað almenna arbeiða saman við tí felags endamáli at gagna Føroyum og annars samstarvinum við okkara næsta granna.
Føroyska ferðalagið vitjar Siccar Point Energy, sum er mest virkna oljufelagið eystan fyri markið
Føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen og Louis Wilson, umboðsmaður hjá FOIB í Bretlandi vitja Oil & Gas Authorthy, har Nick Richardson, stjóri fyri leiting, tekur ímóti
BP møtti føroyska ferðalagnum við ikki færri enn fýra av sínum fólkum, serstakliga frá tí veiitingarpartinum
Richard Mortensen hevur framløgu um føroyskar veitingarfyritøkur, her um Atlantic Supply Base og um møguleikarnar í Runavík og á Skálafjørðinum.
Føroyska ferðalagið vitjar Faroe Petroleum í Aberdeen, har Graham Stewart og Bogi Vang tóku ímóti
Høvuðsboðskapurin undir vitjanini til seks útlendsk oljufeløg í Aberdeen var Føroyar sum maritimur veitingardepil í Atlantshavi. Her hevur Richard Mortensen framløgu fyri framstandandi Shell fólkum
FOÍB fekk í fjør sum fyrsta útlendska oljuvinnufelag atlimaskap í stóra bretska felagnum Oil and GAs UK, sum umboðar 300 vinnufyritøkur við meira enn 400.000 limum. Jan Müller, stjóri og Louis Wilson, vitja høvuðsæti hjá felagnum í Aberdeen
Oljufeløgini, sum arbeiða nær Føroyum, vístu góða føroyska flogsambandinum til útheimin sera stóran ans.
Leitistjóri hjá BP vísir fram gimsteinin í oljukrúnuni hjá felagnum yvirhøvur, oljukelduna Clair.
Leif Hovgaard frá Magn svarar spurningum um bunkring í Føroyum til oljuskip og pallar
Jan Müller handar BP stjóra oljubókina, sum eisini hevur ein enskan samandrátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald