Síðani grøna orkuskiftið tók dik á seg hevur spurningurin um, hvussu vit leggja um frá olju og gassi til grøna orku í skipaflotanum, javnan verið frammi í orðaskiftinum, men hóast boðini uppá nýggj brennievni til heimsins skipaflotar eru mong, so hevur tað enn ikki eydnast at semjast um, hvør er besta og rætta leiðin at ganga.
Fundur hevur júst verið í IMO, altjóða sjóvinnufelagsskapinum, har grøna orkuskiftið stóð ovarliga á skránni.Hetta var í kjalarvørrinum á COP26 í Glasgow. Men stjórin í einum av heimsins størstu reiðaríum, danska AP Møller Maersk, Søren Skou, er avgjørt ikki nøgdur við arbeiðið, sum fer fram í IMO.
-Vit hava brúk fyri einum IMO, sum kann vísa á verulig úrslit, um so er, at vit skulu hava møguleika fyri at dekarbonisera skipaferðsluna. Tað krevur framstig nú. Tíðin er komin til, at lond gera fleiri íløgur í arbeiðið, og at úrslitini frá fundunum í IMO verða meira ítøkilig sigur Søren Skou.
Í síni grein kemur Skou við nøkrum boðum uppá, hvussu heimurin kemur longri á leið við arbeiðinum móti at minka um útlátið frá skipum. Hann heldur man eigur at finna ein altjóða standard fyri framtíðar brennievnum, sum skal tryggja neyðugu framleiðsluna. Haraftrat eigur ein seinasta deadline at verða sett fyri, nær umskiftið til at minka um útlátið skal verða sett í verk.
Hetta skal m.a. vera við til at tryggja, at tað til eina ásetta tíð í framtíðini skal verða bannað at byggja nýggj skip, sum brúka fossila brenniorku. Haraftrat skjýtur hann upp at seta á stovn á altjóða grunn, sum skal verða fíggjaður við avgjøldum á fossilu brennievnini.
Pengarnir frá grunninum skulu so stuðla ídnaðinum í menningarlondunum. Hann heldur eisini, at IMO eigur at seta í verk sonevndar grønar korridorar, sum varð skotið upp á COP26. Hann ger eisini greitt, at Maersk fer at gera sítt til at samstarva við onnur lond fram til næsta fundin í felagsskapinum í juni 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald