Uttanlands

Ungarn sleppur undan amerikonskum revsitiltøkum

USA fer ikki at revsa Ungarn fyri framhaldandi at keypa russiska orku næsta árið

Amerikanski forsetin, Donald Trump og ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump og ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán (Mynd: EPA)

2025-11-08 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ungarn verður undantikið amerikonsku revsitiltøkunum móti londum, sum keypa russiska orku, sigur embætisfólk hjá Hvítu Húsunum, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur hitt ungarska forsætisráðharran, Viktor Orbán fríggjakvøldið.

Undan fundinum við Orbán hevði Trump sagt, at hann umhugsaði at geva Ungarn undantaksloyvi at keypa russiska orku.

– Vit umhugsa tað, tí tað er sera torført hjá honum (Orbán, red.) at fáa olju og gass aðrastaðni frá, segði Trump m.a. sambært altjóða miðlum.

Eftir fundin boðaði ungarski uttanríkismálaráðharrin, Peter Szijjarto, frá á sosiala miðlinum X, at Ungarn er undantikið revsitiltøkunum í eitt ár.

– Vit eru takksom fyri hesa avgerð, sum tryggjar ungarsku orkutrygdina, skrivaði hann.

Trump hevur seinastu tíðina lagt trýst á ES-lond fyri at fáa tey at steðga við at keypa russiska olju og gass og harvið leggja meira trýst á russiska búskapin og førleikan hjá russum at føra kríggj móti Ukraina.

Tað var í oktober, at USA boðaði frá, at landið fór at seta í verk revsitiltøk móti tveimum teimum størstu russisku orkufeløgunum, Lukoil og Rosneft, umframt at hótt varð við at revsa tey, sum keypa orku frá hesum feløgum.

Les eisini: USA við revsitiltøkum móti russiskum oljufeløgum


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder