Innanlands

Atlantic Petroleum stórt hall í 2020

Samlaða hallið var omanfyri 100 mió. kr. - men nú koma pengar inn í felagið aftur

2021-04-07 13:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú um dagarnar varð úrslitið hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum gjørt upp. Hallið í 2020 var omanfyri 100 mió. kr. ella 112,6 mió. kr., og um somu tíð hevði felagið ongar inntøkur. Felagið væntar tó, at nú oljan rennur úr Orlando feltinum í Norðsjónum, at hetta fer at geva tí pening í kassan, og at 2021 fer at síggja frægari út tá avtornar, tó at enn er langt á mál.

Mark Højgaard stjóri í felagnum sigur í fráboðan til børsin, at hóast árið 2020 ikki hilnaðist sum vónað var, so  fegnast  tey kortini um, at peningarstreymurin, sum annars skuldi byrja í farna ári, nú hevur tikið dik á seg, tó at talan ikki enn eru um tær stóru upphæddirnar. Tapið í 2020 kemst fyrst og fremst av eini niðurskrving av útskotnari samsýning av Orlando-feltinum. Tað framleiddi 2.750 tunnur um dagin heldur enn tær 10.000 tunnurnar, sum væntað og vónað varð.

Atlantic Petroleum hevur annars verið gjøgnum eina rættiliga turbolenta gongd, har oljufelagið Decipher, sum var fyristøðufelag fyri Orlando-kelduna, varð keypt upp av felagnum Tailwind, sum nú skal tryggja eina støðuna framleiðslu, ið kortini er treytað av, at tað verða gjørdar ymsar ábøtur og íløgur í framleiðsluna.

Upprunaligi handilin við Atlantic skal tryggja felagnum 2% av umsetninginum og bíðað verður nú eftir, at framleiðslan skal hækka so hon svarar til upprunaligu metingarnar og harvið geva AP meira pening í kassan til tess at kunna rinda fyri skuld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder