
Seinnapartin í dag fer løgtingið undir 2. viðgerð av uppskoti um at lækka kolvetnisskattin í sambandi við oljuleiting við Føroyar. Tað eru andstøðuflokkarnir, sum ynskja broytingar í kolvetnisskattinum til tess at skapa størri áhuga fyri leiting eftir kolvetnum í Føroyum. Eftir viðgerð í fíggjarnevndini hava tingfólk býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin, sum eru umboð fyri samgonguflokkarnar, mælir frá at samtykkja uppskotið frá teimum trimum andstøðuflokkunum. Kortini kann lesast burtur úr álitunum frá flokkunum, at semja er um at halda fram við leiting eftir kolvetnum í Føroyum.
Meirilutin, sum mælir frá at samtykkja uppskotið, sigur seg tó ikki vera ósamdan við uppskotssetarunum í, at um Føroyar vilja hava oljuleiting, so má skattaskipanin ikki vera ein forðing fyri, at leiting yvirhøvur fer í gongd, men skal heldur hava eina hóskiliga javnvág og tryggja, at Føroyar fáa troytt sítt tilfeingi og fáa hóskandi inntøkur og ágóðar av virkseminum, samstundis sum fyritøkur halda tað vera áhugavert at byrja leiting í okkara øki.
Uppskotið um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi varð lagt fram av tingfólkunum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Beinir Johannesen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Steffan Klein Poulsen og Jenis av Rana, 4. februar 2025, og eftir 1. viðgerð 20. Februar var tað beint í Fíggjarnevndina.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Vinnuhúsið, Pf. Atlantic Supply Base, Pf. Atlantsflog, Føroya Orkuídnaðarbólk (FOÍB), undanfarna landsstýrismann í uttanríkis og vinnumálum, Høgna Hoydal, saman við Jarðfeingi, landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Margit Stórá, saman við Umhvørvisstovuni og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við TAKS.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Dennis Holm og Hanna Jensen) hevur hesar viðmerkingar:
- Nevndin hevur viðgjørt málið um at lækka skattaprosentið fyri vanliga kolvetnisinntøku. Lagt verður upp til at venda aftur til upprunaligu ásetingina í kolvetnisskattalógini, har vanligur kolvetnisskattur varð roknaður við sama satsi sum vanligur partafelagsskattur. Í verandi støðu er vanligi partafelagsskatturin 18 prosent, meðan vanligur kolvetnisskattur verður roknaður við satsinum 27 prosent.
Meirilutin heldur, at tað er sera áhugavert og viðkomandi at viðgera, í hvønn mun og hvussu Føroyar skulu arbeiða við okkara tilfeingi í undirgrundini, gassi og olju. Og meirilutin heldur, at náttúruatlit skulu vera partur av eini og hvørjari viðgerð av hesum máli. Undir viðgerðini hava hoyringarpartar greitt nærri frá, hvussu arbeiðið við at gera vart við føroyska økið verður gjørt, hvat fyri virksemi er innan hesa vinnu í Føroyum í dag, hvørji útlit kunnu vera fyri øktum virksemi, hvussu spurningurin um náttúru og umhvørvi skal síggjast í sambandi við oljuvinnu, og hvussu lóggávan í dag er háttað.
Fyritøkur, sum longu hava virkað og enn virka í oljuvinnu, síggja stórar møguleikar í at arbeiða aktivt fram ímóti, at oljuleiting fer í gongd í føroyskum øki. Landsstýrið leggur dent á, at stabilitetur má ráða í føroyskari oljulóggávu og legði dent á at hava javnvág ímillum at fáa skattainntøkur av virkseminum í mun til at skunda undir tilgongdina at byrja virksemið við at linka um møguleikarnar fyri at fáa tílíkar skattainntøkur til landið.
Umhvørvisfólk ávara ímóti at seta gongd á oljuleiting við tilvísing til samtyktan náttúru-og umhvørvispolitikk, til altjóða veðurlagspolitikk, sum Føroyar hava tikið undir við, til náttúruvernd og til skipaðu ætlanina at leggja um til grønar orkukeldur.
Ítøkiliga hevur vinnan mett, at tá staðfestast kann, at eingin leiting er í føroyskum øki, so eru umstøðurnar ikki nóg tileggjandi. Vinnan metir eisini, at júst hendan lógarbroytingin kann gera mun, so at áhugin fyri føroyska økinum veksur. Hinvegin hava vinnan og aðrir partar ført greidliga fram, at upplýsing, netverkan og aktiv luttøka á ráðstevnum og øðrum tiltøkum, har vísast kann á fyrimunir í føroyskum øki, er tað mest gevandi, um ætlanin er at fáa í gongd oljuleiting við Føroyar. Stutt sagt ein økt marknaðarføring – ikki minst, nú samlaða skattatrýstið í oljulondum nær okkum er høgt og hækkandi.
Open Door skipanin er virkin, og landsstýrismaðurin við sínum ráðgevum mælir til at halda fram við henni. Vansar við Open Door skipanini eru tó eisini viðgjørdir, og meirilutin heldur, at júst hátturin at nýta Open Door eigur at verða umhugsaður nærri. Nógvar áhugaverdar orsakir til at satsa upp á oljuvinnu verða nevndar í viðmerkingunum til lógaruppskotið, m.a. trygg veiting, sjálvbjargni, inntøkur til føroyska samfelagið av avleiddum virksemi frá fyrsta degi o.a. Komið er fram, at kravið um føroyskan bryggjukant og um at førleikamenna í Føroyum, er sera týdningarmikið at hava við í einum lógaruppskoti um oljuleiting.
Meirilutin er heldur ikki ósamdur við uppskotssetarunum í, at um Føroyar vilja hava oljuleiting, so má skattaskipanin ikki vera ein forðing fyri, at leiting yvirhøvur fer í gongd, men skal heldur hava eina hóskiliga javnvág og tryggja, at Føroyar fáa troytt sítt tilfeingi og fáa hóskandi inntøkur og ágóðar av virkseminum, samstundis sum fyritøkur halda tað vera áhugavert at byrja leiting í okkara øki.
Men uppskotssetararnir siga samstundis, at tað er ikki vist, at tað er føroyska kolvetnislóggávan, sum forðar fyri, at fyritøkur koma í føroyskt øki, og meirilutin metir ikki, at upplýsingar eru komnar fram undir viðgerðini, sum benda á, at føroyska skattaskipanin er nøkur beinleiðis forðing fyri áhuganum at leita í føroyskum øki, ella at skipanin ikki er kappingarfør við grannalondini.
Hartil metir meirilutin, at tað er av stórum týdningi, at Føroyar senda tann boðskap úteftir, at okkara skipanir eru væl gjørdar og støðugar – og ikki verða broyttar knappliga við skiftandi meirilutum í tinginum.
Tá nú so er, at tað ikki er greitt, hvat hevur størstu ávirkan á áhugan hjá oljufeløgum fyri føroyska økinum, og tá nú allir partar eru samdir um, at marknaðarførsla, kunning og netverkan hava allarstørsta týdning, so metir meirilutin tað vera skilabest, at landsstýrið fer í holt við at gera nógv meira við hesar tættir. Samstundis eigur at verða hugt eftir Open Door skipanini og møguligum lýtum. Tí semja er um, at tað hevur týdning at signalera stabilitet. Og í hesum sambandi eigur landsstýrið eisini at kanna og meta um, um tað kundi verið eitt hugskot at tillagað kolvetnisskattaskipan okkara og eigur at leggja eina samlaða greiða ætlan fyri, hvussu vit best kunnu gagnnýta okkara kolvetnistilfeingi í undirgrundini, og so leggja møguligar lógarbroytingar fyri tingið. Tað er neyðugt at taka atlit til náttúruna í samlaðu metingini. Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Viðmerkingar frá minniluta
Minnilutin (Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:
-Á føroyska økinum hevur leitivirksemi verið áður, men nú eru fleiri ár síðani seinasta boringin var. Í alt eru níggju brunnar boraðir, men olja er enn ikki funnin í rakstrarverdum nøgdum. Vit vita øll, at brúk verður fyri olju og oljuúrdráttum í nógv ár afturat. Heimsorkustovnurin IEA hevur boðað frá, at við útlitunum um stóran vøkstur í orkunýtsluni, so vil heimurin tørva olju og gass í nógv ár afturat.
So leingi vit í Føroyum hava tørv á olju, so eiga vit at framleiða tað, um vit hava møguleikan til tað. Tað kann ikki vera rætt at brúka eitt tilfeingi til stórt sæð alt, men at nokta at framleiða tað, men heldur at innflyta tað.
Vit eiga at gera okkum sum tjóð – í størsta mun - óheft av innflutningi av øllum vørum.Tey árini, sum leitivirksemið var, skapti tað nógv avleitt virksemi. Hetta gav eitt stórt íkast til samfelagið, bæði búskaparliga og í vinnumenning og útflutningsmøguleikum. Hetta kom týðiliga fram til hoyringarnar í hesum máli. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, ið hava verið, og nógv føroysk feløg eru virkin og veita tænastur í frálandavinnuni aðrastaðni. Umframt at hava tørv á hópin av tænastuveitingum, so rindaðu oljufeløgini føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur í víddargjøldum í sambandi við tað virksemið, sum var í føroyskum øki.
Jarðfeingi hevur gjørt og ger eitt stórt arbeiði, sum hevur alstóran týdning fyri eina føroyska kolvetnisframtíð. Jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi hava m.a. seinastu tvey árini arbeitt við at finna leitimið í føroysku undirgrundini, sum kunnu vera grundarlagið undir komandi leiting - arbeiði, sum oljufeløgini vanliga sjálvi plaga at gera. Nú fáa hesi tilfarið borðreitt, soleiðis at tey møguliga kunnu fara skjótari og lættari í gongd. Jarðfeingi kunnar eisini javnan um sítt arbeiði úti í heimi – á støðum, har tað er viðkomandi við slíkari kunning.
Eisini hevur FOÍB javnt og samt við sínum uppsøkjandi arbeiði og netverki kunnað um møguleikarnar á føroyska landgrunninum. Hetta er gjørt bæði í Føroyum og uttanlands í nógv ár, m.a. við at luttaka á orkumessum og ráðstevnum.So, sjálvt um eingin oljuleiting hevur verið við Føroyar seinastu árini, so hevur verið arbeitt miðvíst av fleiri pørtum fyri at halda hesum áhugaverda og neyðuga máli uppi – tí spurningurin er bara, nær leitað verður aftur.
Nú fleiri ár eru liðin síðan seinastu boringina, so meta vit, at nú má okkurt serligt gerast fyri at fáa gongd á aftur oljuvirksemið í Føroyum. Spurningurin er so, hvussu vit fáa gongd á aftur oljuleitingina á føroyska landgrunninum. Jarðfrøðin er eitt, sum avger, hvussu lokkandi eitt øki er, og her er tað soleiðis, at føroyska økið má metast at hava ein størri leitiváða enn bæði bretskt og norskt øki. Hetta eigur tí at síggjast aftur í skattaskipanini. Vit vita, at jarðfrøðina fáa vit einki gjørt við, men vit fáa gjørt okkurt við treytirnar. Hetta uppskotið skal síggjast í tí ljósinum.
Uppskotið sendir eitt signal til oljuvinnuna um, at Føroyar vilja taka væl ímóti nýggjum oljuleitingarvirksemi. Føroyar hava longu eina trygga og støðuga skattaskipan, men hon er ment í einari tíð, tá ið oljuleitingin í Norðuratlantshavi var á einum heilt øðrum støði enn nú. Politiska skipanin er lutfalsliga trygg og støðug, og tað er ósannlíkt, at framtíðar landsstýri og Løgting í Føroyum fara at broyta skattareglurnar aftaná, tá ið oljufeløgini eru komin inn og hava gjørt íløgur í Føroyum. Politiskt støðufesti er, at tá avtalur verða gjørdar við Føroya landsstýri, so verður staðið við tær.
Endamálið við uppskotinum er tí at lækka vanliga kolvetnisskattin úr 27% niður í 18%, soleiðis at vanligi kolvetnisskatturin er á sama støði sum partafelagsskatturin. Við øðrum orðum, so verður skattatrýstið lækkað, soleiðis at vit í Føroyum gerast meiri kappingarfør, og so er at vóna, at oljufeløgini taka væl ímóti hesi lækking, og at hon kann verða viðvirkandi til, at tey koma aftur á okkara leið at bora. Eisini vita vit, at stórar oljukeldur og framleiðsla er beint eystanfyri okkara øki, so tað eigur at viðvirka til, at áhugin eisini er tilstaðar. Vit vita eisini,at undirstøðukervið til eina framtíðar oljuframleiðslu er beint eystanfyri markið og hetta kann sannlíkt verða ein týdningarmikil faktorur í eini framtíðar føroyskari oljuvinnu.
Minnilutin metir tí, og tað hava fleiri hoyringar víst, at hetta við at lækka vanliga kolvetnisskattin úr 27% niður í 18% er ein skilagóð avgerð og eitt gott signal at senda til oljuvinnuna. Hetta fer sannlíkt at føra við sær, at áhugin fyri føroyska landgrunninum verður uppaftur størri, enn hann er í dag, og tí verða sannlíkindini fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum eisini størri. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald