Uttanlands

Bera ótta fyri nýggjum grønum brennievnum

Ber til at sløkka eldin, tá vit fara at brúka nýggj grøn brennievni í skipaferðsluni spyrja tríggir danskir sløkkiliðsmenn.

2023-09-03 13:37 Author image
Jan Müller
placeholder
Skiftið til grøn brennievni er eins stór kolvelting fyri skip sum skiftið frá segli til damp og frá dampi til diesel. Tað halda tríggir danskir eldsbrunaserfrøðingar, sum royna at finna svar uppá spurningin, hvussu reiðaríir tryggja seg móti eldibrandi í maskinrúminum, og hvussu manningin kann sløkkja eldin, um teir yvirhøvur kunnu tað - í sambandi við nýtsluna av nýggjum grønum brennievnum. 

Hetta skrivar danski miðilin Søfart og vísir á, at tað er neyvan nakað, sum sjómenn bera meira ótta fyri enn eldibrandur umborð. Síðani eldibrandin umborð á ferjuni Scandinavian Star í 1990, ið kravdi 159 mannnalív, hevur brunatrygdin verið raðfest sera ovarliga. Men orsøk er til nýggjan ótta, nú skip skulu sigla við ammoniak, brint, metanol ella el ístaðin fyri bunkaraolju. 

Øll handfaring av brunatrygdini umborð á skipum og 100 ára royndir er vorðin aktuell, nú nýggj og grøn brennievni skulu avloysa tey vanligu fossilu brennievnini so sum tunga bunkaraolju og diesel. Hvat hendir við brunatrygdini, tá skip brádliga skulu til at brúka ammoniak, metanol, vetni ella el? skrivar Søfart. Í meira enn 100 ár hava skip brúkt olju sum drívmegi og seinastu árini eisini flótandi gass, LNG. Síðani eru smærrri ferjur farnar at brúka battaríir ístaðin til stytri teinar. Tó er tað framvegis oljan, sum fyri tað allamesta, ið verður brúkt.

Stóra avbjóðingin hjá altjóða skipaferðsluni er, hvussu hon kann sleppa undan at brúka fossilt brennievni tvs. olju og gass. Sambært altjóða avtalum skulu skip heilt gevast við at brúka fossiala orku frá 2050 - men hvat hendir so eftir tað spyr Søfart. Grøna kolveltingin er longu byrjað innan skipaferðsluna.

Í juli í ár samtykti IMO, sum er skipaferðslufelagsskapurin undir ST, eina ætlan um, at skipaferðslan  skal vera klimaneutral í ella umleið 2050. Í løtuni eru møguleikarnir ammoniak, metanol, hydrogen og el í litium-ion battaríum. IMO hevur sett 2025 sum deadline fyri bindandi tøkniligt eftirlit.

Stór reiðarí so sum A.P. Møller-Mærsk hava longu lagt seg á odda og hava bílagt tíggjutals konteynaraskip, sum bæði kunnu brúka diesel og metanol ella diesel og ammoniak. Fyrsta Mærskskipið av hesum slag er í løtuni ávegis frá skipasmiðju í Suðurkorea til Danmarkar. 

Sambært Søfart er stóri spurningurin ella “the missing link”, hvaðani nýggju brennievnini skulu koma frá.

[object Object]

Í Danmark eru tey farin at kanna, hvussu brunatrygdin kann varðveitast, tá grønu brennievnini verða tikin í nýtslu í størri mun. Danski stovnurin DBI (Dansk Brand- og sikringsteknisk Institut) hevur sum ein tann fyrsti í heiminum tikið málið upp. Søfart hevur tosað við tríggjar serfrøðingar á stovninum og sett teimum spurningin viðvíkjandi brunatrygd í sambandi við grønu brennievnini. Teir siga, at tað løgna við nýggjum brennievnum er, at tey eru gomul. T.d. er ammoniak ikki ein nýggj uppfinning, Metanol og vetni heldur ikki. Og battaríir eru sum so heldur ikki ein nýggj uppfinning.

Tað nýggja er handfaringin av nýggju brennievnunum í mun til diesel. Ammoniak t.d. er sera vandamikið og ikki minst um tað skal niður í maskinrúmið. Her kemur regulverkið í sambandi við nýtsluna av brennievnum inn í mydina og skulu nýggjar reglar gerast og samtykkjast av IMO, og tað fer at taka mong ár fyri ikki at siga áratíggjur at fáa hetta gjørt og góðkent.

Tað skal ein heilt nýggjur infrastrukturur til umborð fyri brunatrygdina fyri at kunna gera brúk av nýggju brennievnunum siga teir tríggir serfrøðingarnir við Søfart. Tað snýr seg ikki bara um at byggja eitt skip, sum t.d. siglir við ammoniak. Tú skal eisini hava eina havn í hvørjum enda, sum kann handfara brennievnið, og tú skal hava ein heilan infratruktur aftanfyri. 

Tað er sum at fara frá einum seglskipi til eitt dampskip. At fara frá nøkrum kendum til nakað ókent. Skipavinnan er greið yvir, at talan er um eina risastóra avbjóðing tó at ikki øll taka hetta í nóg stórum álvara. Men avbjóðingar kann ljóða  negativt, men tað kann eisini vera positivt.

-Vit hava ein handilsflota, sum altíð hevur brúkt “heavy fuel”. Øll útgerð er teknað og designað til tað. Nú koma so alternativ brennievni og sum so seta onnur krøv. Tí er alt hetta nakað, sum má kannast eitt nú. hvussu eldibrandar, sum stava frá metanol ella ammoniak, kunnu sløkkjast. 

DBI hevur sett í gongd eina verkætlan, sum skal hyggja eftir mongu avbjóðingunum við at brúka grøn brennievni. Tvs. tey, sum stava frá Power2x-tøknina, har man brúkar vindmylnustreym til at framleiða e-metanol, ammoniak ella vetni. Verkætlanin verður nevnd “Burn Stuff”. 

Kelda: Søfart

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder