2021-04-05 21:25
Korona og lági eftirspurningurin eftir olju ávirka framvegis oljuvirksemið kring heimin og eisini um okkara leiðir. Kendi Westwood Global greininarstovnurin sigur í síni seinastu frágreiðing, at eingin leitiboring er á skránni á Atlantsmótinum í ár, tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar. Heldur ikki í fjør var nakar leitibrunnur boraður her. Seinasti leitibrunnurin á Atlantsmótinum varð boraður í desember mánað í 2019. Tað var á Warwich oljuleiðini nærhendis kenda Lancaster oljuøkinum har suðuri á bretska landgrunninum miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Heldur ikki aðrastaðni á bretska landgrunninum verður stórvegis borivirksemi í ár. Hinvegin er greitt, at sohvørt sum olju- og gasskeldur eru um at tømast, hava feløgini eisini brúk fyri at finna nýggjar goymslur umframt at útbyggja nýggj fund. Tí er og vil oljuleiting verða ein náttúrligur partur av vinnuni í mong ár aftrat, tó at útbyggingar av longu gjørdum fundum verða raðfestar ovast.
Oljupallar rekast við grønari orku
At eingin brunnur verður boraður í grannalagnum í ár kemur neyvan óvart á, tá hugsað verður um støðuna í oljuvinnuni. Feløgini vilja nevniliga brúka orkuna uppá at menna og útbyggja verandi fund og virksemi, áðrenn tey fara at gera íløgur í nýggja leiting sum støðan er í løtuni. Eisini hevur grøna skiftið ávirkan á støðuna og víðari gondina. Flestu oljufeløg taka nú hædd fyri at taka grøna skiftið við minkandi CO2 útláti við í sínar útbyggingar og virksemið sum heild - tey vilja ganga hond í hond saman við grøna skiftinum. Eitt dømi um hesa gongdina er, at verandi og komandi olju- og gasspallar skulu rekast við streymi frá eitt nú vindmyllum. Í Hetlandi arbeiða tey miðvíst við eini ætlan á hesi nýggju kósini.
Eitt nú er talan um fleiri oljufeløg, sum hava liggjandi verkætlanir á tekniborðinum til útbyggjan av fleiri olju- og gassfundum eystan fyri føroyska markið. Flestu av hesum fundum liggja í føroyska grannalagnum, og tá grønt ljós verður givið til taka útbyggingarætlanir av aftur hillini, kann hetta koma at hava avleiddar avleiðingar fyri Føroyar og føroyska vinnu eisini. Fundini liggja so mikið nær føroyska markinum, at tað er hugsandi, at oljufeløgini vilja leggja undir seg møguligar goymslur, sum kunnu liggja í undirgrundini føroysku megin markið eisini. Her verður serliga hugsað um Rosebank (Equinor) og Cambo (Siccar Point/Shell) fundini. Aðrar ætlaðar útbyggingar í økinum eystan fyri Føroyar eru Glendronach (Total) og Clair South (BP). Enn ein minni komandi útbygging er tann hjá Corallian Energy av gassleiðini Victory miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.
Jarðfeingi og Oljuvinnufelagið fylgja gongdini
Føroyskar veitingarfyritøkur liggja eisini framvið og fylgja gongdini eystan fyri markið, tí fleiri av komandi útbyggingum liggja nærri Føroyum enn Hetlandi og Skotlandi, tá hugsað verður um tær mongu tænastuveitingar, sum fara at hava tilknýti til møguligu útbyggingarnar á Atlantsmótinum.
So tað er greitt, at bæði á Jarðfeingi og í Oljuvinnufelagnum hava tey eyguni opin fyri tí, sum kann henda í næsta grannalagnum komandi árini. Á Jarðfeingi brúka tey m.a. orku uppá at nýtulka data og tilfar frá økinum við markið og annars á føroyska landgrunninum umframt at hava tættan dialog við tey oljufeløgini, sum arbeiða hinumegin markið. Framvegis livir eisini vónin um, at okkurt teirra fer at taka stigið og søkja um leitiloyvi í føroyskum sjógvi, nú Open Door longu letur upp fyri hesum møguleika.
Og í Oljuvinnufelagnum, hvørs limir eru fyritøkur, kommunur og onnur, sum bjóða fram vørur og tænastuveitingar til virksemi á sjónum í Føroyum og í grannalagnum, hava tey eisini eitt vakið eygað við í tí, sum vónandi fer at henda á bretska landgrunninum millum Føroyar og Hetland komandi árini.
Hartil skal eisini nevnast, at hetta og undanfarin landsstýri bjóða fram Føroyar sum sjóvinnu-veitingardepil fyri ymsum virksemi í Norðuratlantshavi, sum røkkur heilt norður til Arktis. Føroyar liggja sera væl fyri at tæna tí vaksandi ferðsluni, sum kemur í kjalarvørrinum á broytingum í veðurlagnum, har siglingarleiðirnar gjøgnum Arktis gerast opnar størri og størri part av árinum. Aftrat hesum liggja Føroyar eisini væl fyri, tá talan er um ferðsluna tvørtur um Atlantshav eins og tað virksemi, sum er ikki minst í bretskum sjógvi nærhendis. Javnan koma veitingarskip henda vegin at fáa vørur og tænastur.
Decommissioning
Og aftrat øllum hesum møguleikum kemur so nýggja vinnan, sum kann geva arbeiði til nógvar hendur og nýggjar inntøkur til landskassan. Talan er um vinnuna “Decommissioning” ella sundurtøka av gomlum oljupallum og útbúnaði, nú fleiri og fleiri oljukeldur eru um at tømast, og oljufeløgini tí skulu til at rudda upp eftir seg.
Longu í dag eru fleiri lond so sum Danmark, Norra og Bretland farin undir at taka ímóti hesum pallum og taka teir sundur á landi. Í okkara næsta grannalag, Hetlandi, síggja tey her ein stóran møguleika fyri at rótfesta eina spildurnýggja vinnu, og í hesum sambandi eru tað uttan iva eisini tey í Føroyum, sum hugsa somu tankar. Kann “Decommissioning” kanska eisini gerast ein nýggj hjávinna í Føroyum. Time will show. Tíðin fer at vísa, um so verður.
Umrøddu spurningar er nakað, sum oljuportalurin hevur kunnað um og framvegis fer at gera tað. Eisini nú eftir páskahátíðina. Oljan.fo ynskir øllum føroyingum á sjógvi og á landi einar góðar páskir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald