Eitt tað fyrsta nýggi amerikanski forsetin Joe Biden gjørdi, tá hann mikudagin tók við sum forseti, var at stegða nógv umrøddu Keystone oljurørleiðingini, sum skuldi flyta stórar nøgdir av kanadiskari olju gjøgnum USA. Henda risastóra verkætlanin hevur verið í gongd seinastu 15 árini.
Tá Obama tók við sum forseti steðgaði hann eisini ætlanini, men Trump gav so grønt ljós aftur til hana, tá hann tók við. Nú hevur Biden so helst givið hesi rørleiðing endaliga mønustingin. Biden segði í valstríðnum, at hansara uppgáva í Hvítu Húsunum fór m.a. at vera at raðfesta umhørvið og verðurlagsbroytingar hægst, og í hesum sambandi ynskti hann eisini at gevast við olju- og gassframleiðslu. Biden tók eisini mikudagin avgerð um at gera USA til part aftur av París veðurlagsavtaluni.
Keystone rørleiðingin gongur úr statinum Alberta í Kanada og víðari suðureftir gjøgnum USA. Umhvørvisfelagsskapir í bæði Kanada og USA hava leingi mótmælt rørleiðingini av ótta fyri oljulekum í náttúruríkum økjum.
Rørleiðingin, sum skal leggjast í einum øki uppá 1897 kilometrar, er mett at kosta 55 mia. kr. Ætlanin var at flyta góðar 830.000 tunnur av tungolju gjøgnum leiðingina um dagin. Oljan kemur frá oljusandøkjum í Alberta í Kanada, eitt slag av oljuútvinnan, sum hevur verið funnist at leingi av umhvørvisfelagsskapum og lokala fólkinum. Ein partur av rørleiðingini er longu lagdur og var ætlanin at leiðingin skuldi fara um markið og gjøgnum statirnar Montana, Suður Dakota og Newbraska og har binda í aðra verandi rørleiðing víðari til Meksikanska flógvan.
Mótstøðufólk av rørleiðingsætlanini hava víst á, at verður rørleiðingin løgd liðug, so fer hon at eggja til at halda fram við og menna oljusandframleiðsluna í Alberta, sum so aftur merkir, at hon fer at hava stórar avleiðingar á veðurlagsbroytingarnar. Oljusandur er eitt serligt slag av oljuframleiðslu, ið mótmælisfólk meta vera til stóran ampa fyri bæði land og fólk.
Ein kappingarneyti til tungu og meira skitnu oljusandoljuna úr Kanada er olja og gass frá amerikonsku skiferframleiðsluni, sum fleiri meta minni dálkandi. Í dag verða annars 3,5 mió. tunnur av olju úr Kanada útfluttar til USA.
Teir, sum fara at merkja mest til avgerðina hjá Biden, eru framleiðararnir av oljusandi í Kanada. Annars metir World Oil miðilin, at avgerðin at steðga Keystone kann skjótt eisini fáa avleiðingar fyri aðrar rørleiðingsætlanir í USA.
Avgerðin hjá Biden verður ikki væl móttikin av kanadiska forsætisráðharranum, Trudeau, sum hevur roynt at sannføra Biden um týdningin, sum henda rørleiðing fer at hava fyri arbeiðspláss í USA og Kanada. Trudeau sigur seg annars vera fegnan um avgerðina hjá USA at gerast partur aftur av París veðurlagsavtaluni og at steðga olju- og gassleitiing í viðkvomum økjum í Alaska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald