Jan Müller, London
Hetta kom greitt til sjóndar á ikki færri enn trimum orkuráðstevnum í farnu viku ávikavist í Stavanger og í London, nú tað var fyrstu ferð í skjótt trý ár, at umboð fyri altjóða olju- og gassvinnuna kundu hittast andlit til andlit eftir herviligu koronasóttina.
Elon Musk, maðurin aftanfyri Tesla-elbilarnar, tók mong á bóli, tá hann á oljumessuni í Stavanger nú um dagarnar segði, at heimurin tørvar meiri olju og gass. Kelda: Upstream.
Um somu tíð sum ein av fremstu forsprákarunum fyri grøna orkuskiftinum, Elon Musk frá Tesla-fyritøkuni, ið framleiðir elriknar bilar, tók til orðanna á altjóða oljumessuni í Stavanger, ONS og segði, at heimurin fer at hava tørv á meiri olju og gassi í mong ár aftrat heldur enn minni, kom hinumegin Norðsjógvin nýggi formaðurin í meginfelagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi við fleiri hundraðtúsund starvsfólkum, OEUK, “Offshore Energy UK”, (systurfelag hjá FOÍB) Mike Tholen, við tí greiða boðskapinum til alla vinnuna, at tíðirnar eru við at broytast aftur nú bæði politikarar, vinnan og fólk flest taka væl ímóti boðskapinum um, at heimurin ávegis í tí grøna orkuskiftinum bæði tørvar varandi orku, olju og gass.
Støðan í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina og vaksandi eftirspurninginum eftir orku hevur fingið stjórnir og politikarar í Vesturheiminum at skunda undir bæði leiting og útbyggingar av olju- og gassleiðum eins og menning av varandi orkukeldum, soleiðis at hesar í framtíðini kunnu vera við til at tryggja Bretlandi eins og øðrum evropeiskum londum orku.
Mike Tholen, stjóri í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energy UK, mælti á ráðstevnu í London nú um dagarnar til samstarv millum ymsu partarnar av orkuvinnuni fyri at mennna grøna orkuskiftið samtíðis sum orkutrygdin verður raðfest høgt. Mynd Jan Müller
Orkutrygdin í Evropa hótt
Bráddliga er orkutrygdin í Evropa vorðin ein tann mest týðandi samfelagsspurningurin. Politikarar og vinnan eru samd um, at tað at venda bakið til týdningin, sum olja og gass hava og fara at hava komandi nógvu árini, ger bara orkustøðuna uppaftur verri. Stóra mótstøðan ímóti at gera nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi verður frá fleiri síðum mett at vera ein av høvuðsorsøkunum til ovurhøgu orkuprísirnar. Tað hevur nevniliga ikki eydnast at nøkta eftirspurningin við einans at leggja dent á varandi orkukeldur, samtíðis sum roynt verður at steðga nýggjum oljuvirksemi.
Mike Tholen frá Offshore Energy UK vísti í síni framløgu á ráðstevnuni í London á, at tað verður neyðugt at síggja og finna loysnir, ið bæði fevna um m.a. vind- og sólorku, fangan og goymslu av CO2, vetni og ammoniakk framleiðslu eins og olju og gass og haraftrat eisini kjarnorku.
Mótstøðan móti olju- og gassvinnuni her í Bretlandi hevur verið vaksandi, ikki minst undan og eftir COP 26 ráðstevnuna í Glasgow, har umhvørvisfelagsskapir við ymsum tiltøkum hava roynt at steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi.
Tað hevur fingið íleggjarar so sum íløgufeløg, pensiónsgrunnar o.o. antin at minka um ella heilt at gevast við at gera íløgur í fossilu vinnuna. Hetta hevur havt við sær minkandi framleiðslu og vaksandi eftirspurning, nú verandi keldur tømast og ongar nýggjar koma ístaðin - við methøgum orkuprísum sum úrslit.
Nú ásanna stjórnir í londum sum eitt nú Týsklandi, Svøríki og Danmark, har stór mótstøða hevur verið stór ímóti at gera íløgur í olju og gass, avleiðingarnar av manglandi orku á marknaðinum. Hesi og onnur lond heita nú á olju- og gassfeløgini um at vaksa um framleiðsluna umframt at leita eftir nýggjum keldum í undirgrundini til tess at nøkta vaksandi eftirspurningin. Og hetta fevnir ikki minst um stóra økið millum Hetland og Føroyar, har mett verður, at størstu enn ótroyttu goymslurnar finnast. Týskland og Svøríki lata uppaftur fyri bæði kola- og kjarnorkuverkum, meðan danir vilja hava TotalEnergies at skunda undir útbyggingina av gassleið í Norðsjónum.
Stjórin í meginfelagnum hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energy UK, Mike Tholen, vitjar teir tríggjar jarðfrøðingarnar Barbaru Biskopstø Hansen, Óluvu Eidesgaard og Janu Ólavsdóttir á føroyska básinum á oljumessu í London, um somu tíð sum stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller legði leiðina framvið.
Olja, gass og varandi orku ganga hond í hond
Tað var m.a. við hesum í huga, at formaðurin í stóra bretska felagnum, Offshore Energy UK, Mike Tholen á oljuráðstevnuni í London nú um dagarnar við jaligum vendingum kundi staðfesta, at olju- og gassvinnan í Bretlandi nú aftur gongur bæði spennandi og gevandi tíðum á møti. Hann helt fyri, at olju- og gassvinnan mugu virka saman við teimum, sum ganga á odda í grøna orkuskiftinum. Oljan er ikki trupulleikin men ein partur av loysnini helt hann fyri.
Hansara greiði boðskapur var, at vit mugu gevast við at seta varandi orku upp ímóti olju og gassi, tí heimurin hevur brúk fyri báðum. Tað er ikki ein spurningur um antin ella. Hann legði stóran dent á avtaluna, sum bretska oljuvinnan hevur gjørt við myndugleikarnar um at minka um útlátið av C02, nevnd "The North Sea Transition Deal". Oljufeløgini eru ein týðandi partur av loysnini at røkka málunum í grøna orkuskiftinum um ávikavist 50% minni útlát í 2030, 90% minni útlát í 2040 og net null útlát í 2050 segði hann og helt fram:
-Olju- og gassvinnan hava ein týðandi leiklut í strembanini eftir at røkka hesum málum – við síni vitan, royndum og fíggjarligu orku.
Orkan.fo hevur hitt Mike Tholen. Vit fara m.a. at umrøða tann stóra týdning, sum elektrifisering av olju- og gasspallum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Føroyar og Hetland) hevur fyri ætlanina at minka um CO2 útlátið. Eitt nú arbeiðir norska Equinor miðvíst við eini ætlan at kunna veita streym til stóra framleiðsluøkið eystan fyri Føroyar.
Leinkja til tíðindaskriv og faldara, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur legði fram á oljuráðstevnunum í London nú um dagarnar:
https://drive.google.com/file/d/1Huc6e2MBQUJlmYOqnQeFH1c-3N1ExxUW/view?usp=sharing
(Faroe Offshore Service hevur stuðlað FOÍB við luttøkuni á ráðstevnunum í London)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald