Uttanlands

Boris Johnson: Fara nú at økja olju- og gassvirksemið

-soleiðis at Bretland verður óheft av innfluttari orku úr Russlandi og øðrum einaræðislondum

Bretski forsætisráðharrin letur nú upp fyri eini nýggjari orkustrategi, sum m.a. hevur við sær størri íløgur í leiting og útbygging av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar)

Bretski forsætisráðharrin letur nú upp fyri eini nýggjari orkustrategi, sum m.a. hevur við sær størri íløgur í leiting og útbygging av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (økið millum Hetland og Føroyar)

2022-03-10 16:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein fyri og annar eftir hava ráðharrar í bretsku stjórnini við sjálvum forsætisráðharranum Boris Johnson á odda hesar seinastu dagararnar í kjalarvørrinum á alheims orkukreppuni kunnað almenningin í Bretlandi um, at landið nú av álvara fer skunda undir og økja um olju- og gassvirksemið í Norðsjónum og á Atlantsmótinum (te. økið millum Hetland og Føroyar).

Undir yvirskriftini “Boris Johnson seeks to boost North Sea oil and gas production” hava flestu miðlar í Bretlandi og øðrum londum við ruddað forsíðurnar við boðskapinum um, at endamálið er at kunna seta fokus á aðra orku, sum verður framleidd í egnum umhvørvi, ístaðin fyri innflutningin  úr Russlandi og  øðrum londum sum heild. 

Boris Johnson sigur, at Bretland er við at fyrireika eina nýggja orkustrategi, sum m.a. fer at innihalda størri framleiðslu av olju og gassi í Norðsjónum. Við hesum verður eisini sipað til økið vestan fyri Hetland, sum er eitt av teimum mest lovandi olju- og gassøkjunum yvirhøvur á bretska landgrunninum. Her eru  funnar fleiri stórar olju- og gasskeldur tætt við føroyska markið.

Nýggja orkustrategiin fevnir so eisini um at fara undir nýggja leiting eftir kolvetnum á bretska landgrunninum, sum tó skal lúka krøv sum part av grøna orkuskiftinum. Hetta skrivar m.a. stóra bretska blaðið The Financial Times, sum vísir á, at Boris Johnson við síni nýggju strategi á orkuøkinum, eitt nú í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina og nýtsluni av gassi og olju úr Russlandi, skal til at dúva meira uppá troytan av egnum  tilfeingi. 

[object Object]

Á tíðindafundi í Downing Street í vikuni segði Johnson, at rætti vegurin at ganga er at gera seg meira óheft av russiskari olju og gassi. Men hann gjørdi eisini greitt, at tað er neyðugt at tryggja sær, at man hevur nakað at seta ístaðin fyri russiska innflutningin. Og her kemur nýtslan av egnum olju- og gasstilfeingi inn í myndina og sum skal gera Bretland meira  sjálvveitandi við orku.

Í dag innflytir Bretland 4% av gassnýtsluni og 8% av oljunýtsluni úr Russlandi. Boris Johnson leggur m.a. upp til at lata eitt sonevnt “veðurlagspass” til gassídnaðin í Vesturheiminum, sum kann vera við til at tryggja orkuveiting, ið kann avloysa innflutningin úr Russlandi. Bretland miðjar móti at steðga øllum orkuinnflutningi úr Russlandi longu í hesum árinum. Støðan hjá Bretlandi kann tó ikki uttan víðari samanberast við onnur lond í Evropa, sum eru sera heft at russiskari olju og gassi. Boris Johnson vil eisini lata dyrnar upp fyri bæði kjarnorku og varandi orku.

Eisini orkuráðharrin Kwasi Kwarteng eins og flutningsráðharrin koma  við sama boðskapi sum Johnson: at Bretland má til at raðfesta varandi orku, fossila orku og kjarnorku í nýggju støðuni, sum hevur tikið seg upp á altjóða orkumarknaðinum.

Málið varð til viðgerðar í bretska parlamentinum mikudagin, har tað í stóran mun varð semja millum bæði stjórnaflokkin og andstøðuna. Kortini leggur Labour stóran dent á ikki at loyva “fracking”, sum er nýggi hátturin at framleiða olju og gass úr undirgrundini, nakað, sum higartil hevur verið forboðið.

[object Object]

Bretski handils- og orkuráðharrin Kwasi Kwarteng sigur, at um somu tíð sum arbeitt verður við grøna skiftinum og at gerast óheft av russiskari orku, so mugu íløgur gerast í olju og gass í Norðsjónum.  -We need more investment in North Sea oil and gas production as we make the move to cheaper and cleaner power. Turning off domestic production as some are calling for at this moment would be campletely the wrong thing to do and we´re not going to do it. 

Tað er greitt, at bretska orkustrategiiin saman við hendingunum í Russlandi og Ukraina, kann eisini koma at hava ávirkan á og týdning fyri Føroyar. Tí tað eru nettupp økini eystan fyri Føroyar, sum hava alstóran týdning fyri framtíðar øking av framleiðslu á bretska landgrunninum. Tað merkir, at vit fara at síggja fleiri stórar útbyggingar í okkara nærumhvørvi, sum uttan iva tá eisini fáa týdning fyri bæði komandi leiting og framleiðslu á føroyska landgrunninum. Nýggjur infrastrukturur so tætt við markið kann m.a. gerast týðandi grundarlag undir eini føroyskari kolvetnis- og orkuframtíð. Eisini fyri veitaravinnuna í Føroyum kann hetta fáa alstóran týdning. (Hetta eru spurningar, sum orkan.fo hevur viðgjørt og fer at venda aftur til og fylgja sohvørt). 

[object Object]

Sum næsti granni hjá Bretlandi og eisini til stórar olju og gasskeldur, sum liggja tætt við markið, so ber avgjørt til at ímynda sær, at føroyska økið skjótt kann gerast partur av menningini á bretska landgrunninum. Kortið vísir fleiri av olju- og gasskeldunum, sum eru funnar beint við markið og sum helst verða útbygdar. Og innan fyri svørtu strikuna og markið (Open Door)  stendur útlendskum orkufeløgum longu í boði at fara undir leiting. 

Umframt í Bretlandi so fyllur orkuspurningurin eisini nógv á ES høvuðsstøðini í Brussel. Ursula van der Layen forkvinna  í ES tinginum sigur, at ES longu í hesum árinum skal hava minkað um innflutningin av gassi úr Russlandi við 80%. Hon heldur, at Russland heilt vitandi hevur brúkt avmarkingar í gassútflutninginum til at forða ES londunum at fylla sínar eykagoymslur aftur til at kunna standa ímóti einum køldum vetri seinni. ES innflytur 40% av gassnýtsluni og 25% av oljunýtsluni úr Russlandi. 

Nú Russland er farið at merkja  sanktiónirnar móti landinum eitt nú móti útflutningini av gassi og olju og metir tað sum eitt veruligt  búskaparkríggj, ávara leiðandi russar  Vesturheimin og siga, at støðan loyvir eisini Russlandi at steðga øllum útflutningi av olju og gassi til Evropa og siga, at ein avleiðing av hesum kann gerast ein oljuprísur uppá 300 dollarar. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder