Uttanlands

BP fer at gera stórar íløgur eystan fyri Føroyar

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum BP fer eftir øllum at døma at útbyggja risakelduna Clair við enn eini framleiðslu og nútímansgera Schiehallion leiðina eystan fyri markið sum part av framtíðar íløgum í orkuverkætlanir í Bretlandi

Fleiri av heimsins størstu oljufeløgum hava ætlanir um útbyggingar av oljuleiðum eystan fyri Føroyar á tekniborðinum.

Fleiri av heimsins størstu oljufeløgum hava ætlanir um útbyggingar av oljuleiðum eystan fyri Føroyar á tekniborðinum.

2022-05-07 10:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú bretska stjórnin hevur heitt á  oljufeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, um at gera størri íløgur í nýtt orkuvirksemi í kjalarvørrinum av metstóru úrslitunum, hevur bretski orkurisin BP gjørt greitt, at felagið  fer at brúka ikki færri enn 200 mia. kr. komandi árini til menning av virkseminum eitt nú eystan fyri Føroyar. Her ætlar BP at menna stóru oljukelduna Schiehallion til grøna orkuskiftið eins og at gera íløgur í nýggja útbygging á risastóra Clair oljufeltinum millum Hetland og Føroyar. Her er talan um at útbyggja Clair South leiðina, sum er partur av Clairkelduni, har tað í dag longu eru tvær leiðir, sum framleiða olju og gass. 

[object Object]

Clair South útbyggingin á stóra Clairfeltinum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar fer helst at fáa grønt ljós í hesum árinum. Longur syðri liggja tvær aðrar keldur, sum BP er partur av, nevniliga Schiehallion og Foinaven. 

Við hesum og øðrum íløgum, sum eisini onnur oljufeløg so sum m.a. Total, Shell og Ithaca fara at gera, fer Atlantsmótið, tað er økið millum Hetland og Føroyar, at gerast sjálvt hjartað í framtíðar olju- og gassframleiðslu í Bretlandi í mong ár aftrat.

Hetta kemur fram eftir, at BP staðfestir metyvirskot fyrsta ársfjóðing í ár, sum stavar frá høgum olju- og gassprísum, støðuni í Ukraina og annars stóra eftirspurninginum eftir olju og gassi uttan fyri Russland. 

[object Object]

Tær 200 mia. kr., sum BP fer at brúka til orkuútbyggingar fram til 2030, skulu m.a. brúkast til olju- og gassvirksemi í Norðsjónum, havvindorku, løðiskipanir til elbilar, vetni og fangan og goymslu av CO2. 

Felagið sigur í eini fráboðan, at tað sum eitt tað størsta orkufelagið í Bretlandi fer at halda fram at gera íløgur í olju- og gassvirksemi, um somu tíð sum tað fer at minka um útlátið. Hetta m.a. við at elektrifisera oljupallar. Bernard Looney, stjóri sigur, at BP stuðlar Bretlandi og tess framtíðar orkupolitikki og fer at arbeiða miðvíst við tí grøna orkuskiftinum og røkka null útláti í 2050.  

-Bretland hevur verið okkara heim í meira enn 110 ár, og vit hava gjørt íløgur í olju og gass í Norðsjónum í meira enn 50 ár. Hesar íløgur fevna eisini um so mong onnur viðurskifti, sum kunnu gagna Bretlandi og sum kunnu skapa arbeiðspláss.

"We are all in”, sigur ein tann mest framstandandi  orkustjórin í Bretlandi. BP ger greitt, at tað fer at rinda nærum 1 mia. pund í skatti fyri sítt virksemi í Norðsjónum í 2022 umframt tey 0,25 mia. pundini tað hevur goldið hvørt ár í Bretlandi seinastu árini. 

BP fer eisini at raðfesta havvindmylnulundir í Irska havinum og í Norðsjónum. Hesar skulu kunna veita streym til 6 mió. húsarhald um árið. Somuleiðis er ætlanin er gera íløgur uppá 1 mia. pund í løðistøðir til elbilar komandi  10 árini eins og til framleiðslu av vetni uppá 1,5 GW í 2030. Aftrat hesum koma íløgur í fangan og goymslu av CO2. Umrøddu íløgur skulu útvega túsundtals nýggj arbeiðspláss.

Við hesi fráboðan er greitt, at oljufelagið ynskir at ganga ynskinum frá bretsku stjórnini á møti um at brúka størri part av sínum yvirskoti til íløgur í bretsku orkuskipanina heldur enn at rinda alt út til partaeigararnar.  

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson fer at hava fund við oljufeløgini um nakrar dagar fyri at gera teimum greitt álvaran í at gera fleiri íløgur í orkuskipanina. Gera tey ikki tað kann henda, at stjórnin fer at taka undir við uppskoti um at seta í verk ein nýggjan orkuskatt, tann sonevnda “Windfall Tax”, sum skal brúkast til til at lætta um hjá teimum mongu húsarhaldunum, sum líða undir tí høga orkuprísinum. Tað hevur verið funnist at oljufeløgunum fyri at vilja rinda út av methøgu yvirskotunum til partaeigarar heldur enn at gera íløgur í nýtt virksemi. 

[object Object]

BP ætlar at brúka stórar upphæddir uppá eitt nú útbygging av nýggjastu oljuleiðini eystan fyri Føroyar, Clair South eins og nútímansgerð av oljuleiðini Schiehallion, eisini tætt við Føroyar. 

Fleiri íløgur í olju- og gass

Orkan.fo hevur biðið nevndarformannin í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum, Ben Arabo um eina viðmerking til óvanligu støðuna á orkumarknaðinum. Hann sigur: 

-Roknskapirnir hjá ráoljuframleiðarum eru sera góðir í løtuni, tí at útboðið av olju er undir trýsti. Ov lítið av olju er á marknaðinum. Tá fer prísurin upp, og vinningurin hjá oljufeløgum fer upp av tí sama. Tað verður bara enn verri frameftir, um man ikki stimbrar nýggjar íløgur í E&P, leiting og framleiðslu. 

Ein oljuframleiðari avger ikki prísin. Tað er eftirspurningurin á heimsmarknaðinum, sum avger tað. Hann er framvegis sera høgur, og hann fer at verða høgur næstu árini, hóast ávísir politikarar og umhvørvisfelagsskapir - tey somu, sum hava ilt av høga profittinum hjá oljufeløgum - hava gjørt alt fyri at minka um oljuútboðið, og harvið hava sín part av skyldini av høgu prísunum.

Hesi hava seinastu árini proklamerað, at man skal ikki gera íløgur í olju og gass, tí vit hava nokk av olju. Hetta hevur verið beinleiðis orsøk til, at nýggj projekt - eitt nú í Bretlandi  - eru seinkað og enntá steðgaði. Eitt dømi um hetta er útbyggingin av ætlaðu Cambo leiðini við markið eins og hóttanir móti øðrum útbyggingum við.

[object Object]

Nú sær man í marknaðinum, at tað sansar at, tí vit hava ikki nokk av olju. Støðan í Russlandi og Ukraina ger ringt verri, men trýstið á oljuprísin var uppatgangandi frammanundan. Tí fer ráoljuprísurin upp, og profitturin hjá oljufeløgum upp. Ávísir politikarar og umhvørvisfelagsskapir  hava sagt  almenninginum, at nokk av olju er til, og at vit ikki nýtast at gera meira íløgur í olju og gass, og nú byrja vit so at síggja úrslitið. Tað, sum krevst, er, at man í siviliseraða heiminum ger stórar íløgur í leiting og útbygging. Hetta sjálvandi um somu tíð, sum skundað verður undir grøna orkuskiftið við eitt nú vindmyllum. 

Ben Arabo heldur, at ein “Windfall" skattur í t.d. Bretlandi vildi dempað hetta og gjørt støðuna enn verri, við enn hægri ráoljuprísum. Hann hevði verið medvirkandi til, at uppaftur færri íløgur vórðu gjørdar í nýggjar orkuverktætlanir so sum tær eystan fyri føroyska markið og harvið tikið grundarlagið undan framtíðar bretska orkupoltikkinum um at fáa fleiri íløgur í økt virksemi og harvið m.a. gera Bretland óheft at innfluttari orku úr eitt nú Russlandi.  

-Tí er einasta gongda leiðin at skunda undir aftur íløgurnar í nýtt olju- og gassvirksemi at ganga hond í hond við tí grøna skiftinum, sigur Ben Arabo. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder