Bob Dudley, sum er farin frá sum stjóri í BP seinastu 10 árini.
Nú tað hevur verið stjóraskifti í einum av heimsins størstu oljufeløgum, bretska BP, hevur nýggja leiðslan í felagnum - undir tí í Føroyum væl kenda norska formanninum, Helga Lund - sett út í kortið eina nýggja kós. Henda skal tryggja nýggjastu umhvørvismálini hjá felagnum, har eitt av endamálunum er at gera BP CO2 neutralt í 2050. Málið er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum mongu komandi árini. Kolveltandi avgerðin hjá BP kemur eftir stjóraskiftið í felagnum herfyri. Tá takkaði Bob Dudley fyri seg eftir 10 ár sum stjóri, og nýggi maðurin í hansara stað á brúnni, Bernard Looney, tók við leiðsluni. Hesin verður mettur at vera tann royndasti og besti persónurin at taka við leiðsluni, nú hann hevur drúgvar royndir frá bæði oljuleiting og framleiðslu tey 20 árini hann hevur starvast hjá felagnum.
Bernard Looney, nýggi stjórin í BP
Tað er ein royndur lutur, at síðani veðurlagsbroytingar og her ikki minst París-avtaluna í 2015 hava eisini oljufeløg lagt seg eftir at gerast meira grøn, tvs. miðvíst at minka um útlátið og í størri mun eisini at gera íløgur í varandi orku. Tað er tó ymiskt, hvussu feløgini fyrihalda seg til nýggju gongdina á orkuøkinum. Seinastu tíðina hava vit sæð, hvussu norska Equinor hevur tikið avgerðir, sum hava gjørt felagið meira umhvørvisvinarligt eitt nú við stórum íløgum í havvindorku verkætlanir. Við avgerð síni at gerast CO2 neutralt í 2050 hevur BP lagt sjógv millum seg og fleiri av hinum stóru oljufeløgunum so sum Shell og Total, tó at hesi eisini hava lagt um orkupolitikk sín og eru farin frá at vera olju- og gassfeløg burturav, til eisini at hava eitt bein innan varandi orkuna.
Ein avleiðing av broytta orkupolitikkinum er m.a., at feløg sum bæði BP og Equinor koma at framleiða minni av olju og gassi sum frálíðir. Ístaðin fara tey í fyrsta lagi at leggja seg eftir at framleiða olju og gass, har hesi geva besta avkastið, sum so aftur kann nýtast á øðrum økjum, ið kann vera við til at minka um útlátið av CO2.Fyri feløgini er tað eisini avgerandi, at teirra framleiðslur verða so reinar sum tilber, og her skal nýggj tøkni so eisini vera partur av loysnini. Tí verður eisini stórur dentur lagdur á gransking á umrøddu økjum.
Taka vit so norska Equinor, so hevur leiðslan har avgjørt, at framleiðslan av vindorku skal verða 30 ferðir størri í 2035 enn í dag. Hetta er nakað, sum verður væl móttikið av umhvørvisfelagsskapum. Millum átøkini, sum Equinor hevur á skránni til tess at minka um CO2 útlátið, er at reka framleiðslupallar við elorku úr landi ella frá vindmyllum til havs og at finna loysnir fyri at fanga og goyma CO2.
Helge Lund, nevndarformaður í BP og nýggi stórin Bernard Looney
Bæði BP og Equinor eru feløg, sum hava áhugamál á Atlantsmótinum. Tey arbeiða við verkætlanum, sum skulu økja um olju- og gassframleiðslu í hesum økinum. Nýggi stjórin í BP ynskir at leiða felagið fram móti eini minking av CO2 útlátinum, tó at felagið framhaldandi fer at hava bæði olju og gass í síni framleiðslu.
Ein ítøkiligt og ferskt dømi um veðurlagspolitikkin hjá BP er avgerðin nú um dagarnar at útseta endaligu góðkenningina av stóru og nýggjastu oljuútbyggingini á Atlantsmótinum, nevniliga Clair South, sum er mett at kosta góðar 40 mia. kr. BP ynskir at útseta hesa ætlan í eitt ár og brúk hesa tíðina til at endurskoða verkætlanina við lægri CO2 útláti fyri eygað. (Grein um júst hesa ætlan er at finna á Oljan.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald