Uttanlands

Bretar seta nú ferð á oljuleiting nærhendis Føroyum

Hetta verður gjørt fyri at kunna vera sjálvveitandi við olju og gassi í 2040

Nýggi bretski forsætisráðharrin Liz Truss gjørdi púra greitt í Undirhúsinum í vikuni, at hon fer at seta ferð á nýtt olju- og gassvirksemi bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar.

Nýggi bretski forsætisráðharrin Liz Truss gjørdi púra greitt í Undirhúsinum í vikuni, at hon fer at seta ferð á nýtt olju- og gassvirksemi bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar.

2022-09-09 17:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Nýggi bretski forsætisráðharrin Liz Truss er ikki í iva: hon fer at geva grønt ljós til nýtt olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.

Eitt av fremstu málum hennara sum nýggjur stjórnarleiðari er at rudda slóð fyri skilagóðum loysnum í orkumálinum bæði uppa stytri og longri sikt. Hon hevur sett sær fyri at gera tað lættari hjá vanligum húsarhaldum og vinnuni at kunna rinda komandi orkurokningar eins og hon ynskir at gera Bretland sjálvbjargið við olju og gassi í 2040.

[object Object]

Fyri at røkka hesum seinna málinum fer hon fyrsta dagin at geva boð um at geva grønt ljós til umleið 150 nýggj leitiloyvi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. 

Hetta skrivar Energy Voice í morgun. Liz Truss hevur gjørt Undirhúsinum í London greitt, at hon raðfestir egna leiting og framleiðslu av olju og gassi so mikið høgt, tí hon ynskir, at Bretland ikki skal vera heft at innfluttari orku. 

Tað er longu greitt, at fleiri av nýggju leitiloyvunum fara at liggja framvið føroyska markinum skilur orkan.fo á ráðstevnu í London í farnu viku. Nýggja útbjóðingin fer av bakkastokki longu í komandi mánaði. Hetta upplýsir nýggi vinnu- og oljumálaráðharrin, Jacob-Rees Mogg.

Útmeldingarnar koma eftir eini naggatódn í sambandi við framtíðar olju- og gasspolitikkin hjá stjórnini, har umhvørivsfelagsskapir hava hótt við at fara í rættin við stjórnini, um hon letur uppaftur fyri leiting við tí grundgeving, at hetta stríðir ímóti veðurlagsmálunum. Hesum hevur ein framstandandi lærari á Lærda Háskúlanum í Aberdeen víst aftur og sigur, at lógin letur als ikki upp fyri møguleika at fara í rættin fyri at steðga leitiloyvum. 

Nýggi ráðharrin Jacob-Rees Mogg sigur, at stjórnin fer framhaldandi at halda seg til grøna orkuskiftið og grønu ídnaðarkolveltingina, sum hann málber seg, og til at røkka net-null útláti í 2050. -Men fyri at røkka hesum máli fara vit at hava brúk fyri bæði olju og gassi, og tí fara vit nú at kunngera eina nýggja leitiútbjóðing vónandi longu í oktober, sigur hann. 

Liz Truss, forsætisráðharri hevur eisini gjørt greitt, at hon fer ikki at taka undir við at seta ein nýggjan eykaskatt á olju- og gassfeløg, tí hon vil heldur hava hesi feløgini til at gera týðandi íløgur í bæði leiting og útbyggingar fyri nettup at kunna gera Bretland óheft at innfluttari orku. 

Truss hevur eisini gjørt greitt, at hon fer at taka undir við, at royndir verða gjørdar við “fracking”, sum er ein serstakur framleiðsluháttur í sambandi við olju- og gassframleiðslu á landi. Tað er í dag bannað. 

Nýggi forsætisráðharrin leggur dent á, at hóast hon fer at skunda undir nýtt  olju- og gassvirksemi, so fer hon at seta ferð á grøna orkuskiftið við eitt nú at menna reina og varandi orkutøkni  til vetni, sól- og vindorku eins og til at fanga og goyma CO2. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder