Síðani hetta kom fram hava umboð fyri oljuvinnuna í Bretlandi eins og ovasti politiski leiðarin í Skotlandi, ávarað ímóti slíkari gongd, tí hon fer at hava við sær, at nógv arbeiðspláss verða mist umframt inntøkur til almennu kassarnar. Eisini hava tey víst á, at hetta kann í veruleikanum gerast ein kíli inn í royndirnar hjá eitt nú oljufeløgunum at medvirka til grøna orkuskiftið.
Hinumegin standa so umhvørvisfelagsskapir, sum tvíhalda um, at rætta loysnin fyri at gagna veðurlagnum er heilt at steðga leitingini eftir olju og gassi. Teir siga, at nóg mikið av olju og gassi er longu funnið til tess at skaða umhvørvið. Tí halda tey, at bretska stjórnin eigur at banna nýggj leitiloyvi. Tey siga víðari, sambært BBC, at avgerðin um at loyva leiting, undirgrevur leiklutin hjá Bretlandi sum leiðari av komandi ST-veðurlagsráðstevnuni í november, COP26.
Tey, sum stuðla stjórnini í framhaldi av oljuleiting, siga, at oljuvinnan er ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum, og tí eigur man ikki at sera kílar í hjólini hjá teimum, tí harvið fara bæði vitan og peningur at resta í, tá grøna skiftið skal setast í verk.
Vinnan hevur longu góðtikið at minka um útlátið við 10% í 2025 og 25% í 2027. Og við 50% í 2030. Fyri at røkka hesum máli hevur bretska stjórnin nú játtað oljuvinnuni 155 mia. kr. til orkuskiftið innan fyri 2030.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald