Jan Müller, Aberdeen
Í gjár varð eitt týðandi stig tikið í Bretlandi til at koma eitt stig víðari við grøna orkuskiftinum. Tilsamans 12 fyritøkur hava fingið tillutað 20 loyvi í fyrstu útbjóðingini av økjum til fangan og goymslu av CO2, eisini nevnt CCS, “Carbon capture and storage
13 øki eru latin nærhendis Aberdeen, Teesside, Liverpool og Lincolnshire í syðra partinum av Norðsjónum, miðskeiðis í Norðsjónum og í norðara partinum av Norðsjónum.
Tað er North Sea Transition Authority (NSTA), sum stendur fyri útbjóðingini av loyvunum. Tað verður kunngjørt um stutta tíð, hvørji feløgini eru, sum hava fingið loyvini. Tað skilst, at meira enn 19 feløg hava søkt um tey 20 loyvini, teirra millum fleiri oljufeløg. Væntandi fara umrøddu loyvi at fanga og goyma CO2 í undirgrundini at fevna um 10% av samlaða útlátinum í Bretlandi.
Betska stjórnin ætlar at brúka 20 mia. pund til at menna møguleikarnar fyri at fanga og goyma CO2 í undirgrundini. At byrja við er talan um at gera seismiskar kanningar og bora brunnnar.
-Havið kring Bretland er sjálvur grundarsteinurin undir orkusamansetingini, ið veitir orkutrygd, minkandi útlát og goymslu av útláti. Vit fara at arbeiða saman við loyvishavarunum til tess at gera verkætlaninar til veruleika so skjótt til ber og at lata upp fleiri útbjóðingar av hesum slag.
Eg takki teimum mongu bæði hjá myndugleikunum og ídnaðinum fyri teirra stóra arbeiði, men hetta er bert byrjanin sigur ráðharrin fyri orku effektivitet og grøna fígging Martin Callanan. Avgerðin hjá stjórnini at seta av 180 mia. kr. í íløgum til hesar útbyggingarnar fer at gera Bretland til eitt undangonguland á hesum økinum, skerja útlátið og skapa túsundtals nýggj arbeiðspláss í Bretlandi.
Tíðindini verða væl móttikin av stjóranum í stóra meginfelagnum hjá orkuvinnuni í Bretlandi, Offshore Energies Europe, (OEUK) David Whitehouse, sum heitir á vinnuna til at skunda undir gongdina.
-Bretska olju- og gassvinnan hevur hentleikarnar og royndirnar til, at hetta kann eydnast og hesi loyvini fara at prógva okkara styrki sum teir fremstu í orkuframleiðslu í heiminum. Bera vit okkum rætt at, so fer henda gongdin ikki bert at hjálpa okkum at skerja útlátið frá tungídnaðinum og orkuframleiðslu sum heild men eisini at menna útflutningsmøguleikar fyri vinnuna um alt Bretland sigur stjórin í OEUK.
-Men okkum nýtist kanska 100 fleiri av hesum økjunum til fangan og goymslu av CO2 til tess at røkka málinum um Net null útlát, og tí mugu vit ikki gevast við hesum fyrstu loyvunum. Vit síggja fram til, at stjórnin framhaldandi fer at stuðla uppundir hesa gongdina.
Nú er so upp til myndugleikan á økinum, NSTA, North Sea Transition Authority til at handfara loyvisumsóknir av ymsum slag og geva neyðugu loyvini til feløg, sum halda seg til at vera partur av hesi tilgongdini.
Tað fara at ganga 4 til 6 ár til vit síggja fyrstu veruligu úrslitini av verkætlanunum at fanga og goyma CO2. Alt tað neyðuga forarbeiðið má gerast fyrst í tráð við lógir og reglur á økinum, nú hetta er ein spildurnýggj vinna.
Talan er fyrst og fremst um at fanga útlátið frá tungum ídnaði so sum stál- og sementframleiðslu eins og frá olju- og gassframleiðslu. Tá hetta er gjørt verður CO2 flutt og goymt í undirgrundini antin í rivum ella í gomlum olju- og gassgoymslum.
Vanliga verður CO2 frá hesum virkseminum goymt á 800 metrar dýpi, har tað ikki longur ber seg at sum gass men er flótandi.
Metingar frá NSTA myndugleikanum vísa, at Bretland kann goyma upp til 78 mia. tons av CO2 á henda hátt.
Eisini í Norra veerða gjørdar royndir í løtuni við at fanga og goyma CO2. Á Jarðfeingi í Føroyum verður somuleiðis granskað í fangan og goymslu av CO2 – m.a. hvar bestu umstøðurnar eru í undirgrundina til at goyma framtíðar CO2 útlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald