Tað mundi koma sera óvart á og dátt við hjá teimum hundraðtúsundtals skotunum, sum arbeiða í ella liva av olju- og gassvinnuni, tá skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon í gjár boðaði frá, at hon og tey grønu í SNP stjórnini høvdu gjørt av, at Skotland skal gevast við bæði oljuleiting og útbygging av olju- og gassfeltum í Norðsjónum.
Økini millum Hetland og Føroyar goyma nógva olju, og hana ætlar Boris Johnson at fáa fatur á, nú Bretlandi fer at tørva olju og gass í fleiri áratíggju.
Hetta segði hon tó vitandi, at tað í síðsta enda er bretska stjórnin við Boris Johnson á odda, sum fult og heilt eigur hesa avgerð. Og bretska stjórin var skjótt at vísa aftur skotsku útmeldunum.
Í fráboðan frá bretsku stjórnini í morgun verður sagt, at tað ber ikki til at gevast við olju- og gassvirksemi í Bretlandi eftir eina nátt. Landið fer framhaldandi – í fleiri áratíggju at hava tørv á kolvetnum, og tí verður ikki steðgað við hvørki oljuleiting ella útbyggingum. Fráboðanin var soljóðandi: “There cannot be a “cliff-edge where oil and gas are abandoned overnight” which would put “British jobs and industries at risk”. Tað ber rætt og slætt ikki til á seta bæði størv og vinnu í vága við at steðga øllum oljuvirksemi.
Spurningurin um bretsku oljuframtíðina hevur tikið seg upp fyrst eftir, at oljufeløgini Siccar Point og Shell søktu um loyvi at fara undir eina stóra útbygging nær føroyska markið og síðani í sambandi við COP26, har umhvørvisfelagsskapir og politikarar hava mótmælt útbyggingini, og har fyrstiráðharrin í Skotlandi hevur tikið undir við mótmælunum. Hetta hóast stjórnin í London áður hevur boðað frá, at hon fer ikki at taka aftur longu givin loyvi til oljufeløg at byggja út eina oljukeldu.
Nógv umstrídda oljukeldan Cambo beint við føroyska markið. Bíðað verður enn eftir, at myndugleikarnir skulu geva útbyggingini grønt ljós.
Í fráboðanini frá stjórnini verður tó sagt, at enn er eingin avgerð tikin um at ganga umsóknini til útbygging av Cambo á møti. Hetta er upp til fakliga orku- og eftirlitsmyndugleikan OGA, Oil and Gas Authority, at gera av. Tá er talan um reint tøkniligar ol. spurningar.
Umframt Cambo útbyggingina eru fleiri aðrar stórar olju- og gassútbyggingar eystan fyri Føroyar á tekniborðinum og bíða eftir at fara av bakkastrokki. Talan er um Rosebank, tætt við markið, og sum norska Equinor stendur fyri, talan er eisini um Clair South, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og sum BP umsitur, og síðani er tað gasskeldan Glendronach, sum Total stendur fyri. Hon liggur eisini vestan fyri Hetland.
Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi leyp í gjár hvøkk á alt oljuumhvørvið í Skotlandi, tá hon segði seg vera ímóti at geva nýggj leiti- og útbyggingarloyvi til tess at kunna liva upp til veðurlagskrøvini. Nú hevur Boris Johnson, forsætisráðharri sissað tey hundraðtúsundtals fólkini í oljuvinnuni og sagt, at Bretlandi fer at hava tørv á olju og gassi leingi aftrat og fer tí ikki at steðga nýggjum oljuvirksemi.
Hóast grønt ljós enn ikki er givið til Cambo ella hinar útbyggingarnar, so verður mett, at hetta helst bara er ein avgreiðsluspurningur og sum snýr seg um at fyrihalda seg til eina umsókn, har umhvørvisparturin hevur stóran týdning eisini.
Fær Cambo grønt ljós so er sannlíkt, at hinar útbyggingarnar, tá tær koma á borðið hjá myndugleikunum, eisini fara sama veg, um so er, at tær lúka krøvini. Fyri Føroyar, sum hava bjóðað útlendskum oljufeløgum at leita eftir olju og gassi í undirgrundini, hevur støðutakanin til Cambo stóran týdning. Tí við eini so stórari útbygging so tætt við markið, er sannlíkt, at ein nýggjur infrastrukturur við oljumóttøkupalli og gassleiðingum á havbotninum kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar olju- og gassvirksemi føroysku megin markið.
Nú vit kenna politisku støðuna hjá stjórnunum í Skotlandi og Bretland, verður so bíðað eftir tí fakliga partinum, sum skal avgera lagnuna hjá Cambo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald